Stúrir ikki fyri skrædli

- Tað er so gott trygdarnet undir Eik, at hann kann rætt og slætt ikki fara á heysin.
Tað staðfestir Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum.
Hann sigur, at sostatt er ongin orsøk at stúra fyri, at kreppan í Eik kann fáa samfelagið at ridla, soleiðis, sum nøkur hava stúrt fyri.
Hann sigur, at felagið Finansiel Stabilitet er skipað, nettupp fyri at tryggja, at tað ikki skal føra til skrædl, at ein banki kemur í óføri.
Verður tað Finansiel Stabilitet, sum bjargar Eik, verður Eik skrásettir í einum nýggjum partafelag og so heldur virksemið fram í nýggja felagnum.
Sostatt fara vanlig viðskiftafólk hjá Eik ikki at merkja nakað serligt til til støðuna.
- Tann einasti, sum fer at merkja nakað til støðuna, eru partaeigararnir, sum missa allan sín partapening.
Thomas Dam sigur, at Finansiel Stabilitet fer síðani at selja aktivini hjá bankanum, bæði lán til privat og fyritøkur og tey lánini halda so fram ótarnað.
Kortini kann tað henda, at nýggi eigarin broytir lánitreytirnar.
- Men tá ið ein nýggjur eigari keypir aktivini í Eik er tað fyri at gera eina íløgu og tí er hann sjálvandi ikki áhugaður í at koyra viðskiftafólk á heysin, sum røkja sínar skyldur.
- Men viðskiftafólk, sum longu hava tórført við at svara sínar skyldur, kunnu sjálvandi koma í ta støðu, at ein nýggjur eigari fer at draga lánið inn.
Thomas Dan hevur ikki gjørt sær greitt um hann heldur, at tað er rætt av landsstýrinum at seta pening í Eik og tí hevur hann heldur ikki gjørt upp við seg sjálvan, hvat hann hevði mælt landsstýrinum til.

Missa ávirkan
Klára íleggjarar at ganga kapitalkrøvunum frá Fíggjareftirlitinum á møti við eini innspræning frá Tryggingini, verður Finansiel Stabilitet ikki blandað upp í.
Í hesum sambandi er nevnt, at landsstýrið kann vera ein av teimum nýggju eigarunum og so heldur Eik fram – bara við nýggjum eigaraskara.
Vansin við at Eik fer undir Finansiel Stabilitet kann vera, at so hava føroyingar onga ávirkan á, hvar aktivini hjá Eik enda og, hvørji lán skulu dragast inn.
Samstundis fáa føroyingar heldur onga ávirkan á, hvussu verður við starvsfólkunum í bankanum, hvørjar deildir vera í bankanum og annars, hvussu bankin skal rekast, sigur Thomas Dam.
Kortini heldur hann, at tað hevur stóran týdning at staðfesta, at pengarnir, sum standa í Eik, eru fullkomiliga tryggir, sama hvussu nógv, talan er um.
- Tað er ikki fyrrenn ein nýggjur eigari tekur við, at nøkur broyting hendir, so fólk hava góða tíð og sostatt er ongin orsøk at taka pening úr Eik í óðum verkum.