Stórleiting sett í verk eftir Rógva Jacobsen

Nú er stórleiting sett í verk í eini roynd at finna 33 ára gamla havnarmanninum, Rógva Jacobsen, sum ikki er sæddur síðani seinnapartin í fyrradagin. Av tí at leitingin hevur verið úrslitaleys higartil, er nú alt apparatið farið til verka og bæði løgegla, bjargingarfeløg og báturin, Lív, leitað nú eftir manninum.

Løgreglan hevur fingið eina ørgrynnu av fráboðanum frá fólki um, hvar Rógvi kann vera, men enn hevur alt verið til fánýtis.

- Øll vilja hjálpa og tað fegnast vit um og vit heita framvegis á fólk, sum hava lagt merki til okkurt, ella onkran, sum kann minna um Rógva, um at ringja til okkara, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

Í løtuni leitað eini 20 fólk frá Vága Bjargingarfelag við Leitisvatn, tí onkrar fráboðanir eru komnar frá fólki um, at Rógvi kann hava verið har á leiðini.

Annars leitar bjargingarfelagið í Havn úr Havnini og suðureftir Glyvursnesi og Lív leitar framvið landi.

Í hesum sambandi verða seyðhús og onnur úthús kannað.

Samstundis leitar løgreglan eisini á landi og heitt verður eisini á fólk um at kanna kjallarar, hoyggjhús, neyst og úthús annars, at vita um Rógvi kann vera har.

Rógvi Jacobsen er seinast sæddur í Havn ímillum klokkan 15 og 16 í fyrradagin.

Hann er einar 170 cm høgur, er førur og hevur stutt til krúnrakað hár.

Hann hevur eitt eyðkenni á vinstra oyra, har hann hevur eitt sjónligt arr.

Hann hevur fýrakantaðar myrkar ella svartar brillur.

Seinast hann er sæddur var hann í grønum/hvítum jakka, myrkum kovboybuksum og gráligum skóm.

Veit nakar um Rógva Jacobsen at siga, er at boða løgregluni frá á telefon 351448.