Talv
Klaksvík International 2008 er sterkasta kapping, sum telvað er í Føroyum nakrantíð. Tað er hepnast at fáa heili 4 stórmeistarar (GM) og 2 altjóða meistarar (IM) til kappingina. Meðalstyrkin uppá 2429 er, til sammetingar, beint omanfyri hægsta styrkitalið, nakar Føroyingur hevur havt gjøgnum tíðirnar. Og stórmeistarakappingin er veruliga altjóða, við luttakarum úr 7 londum: Litauen, Ongland, Póland, Svøríki, Finland, Danmark og Føroyum.
Telvararnir
GM Saruna Sulskis (36), úr Litauen, hevur higartil í ár telvað 91 kappingartalv og er nr. 2 á styrkilistanum í heimlandinum.
GM Gawain Jones (21) úr Onglandi, er nummar 5 á enska styrkilistanum – ungur, lovandi telvari, sum er sera virkin – hevur telvað 129 kappingartalv í 2008.
GM Miroslav Grabarczyk (37) úr Pólandi er nummar 16 á polska ratinglistanum og hevur somuleiðis telvað 129 kappingartalv í 2008.
GM Ralf Åkeson (47) úr Svøríki, sera royndur telvari og er nummar 11 á styrkilistanum í heimlandinum og hevur telvað 118 talv í ár.
IM Tapani Sammalvuo (33) er nummar 2 á Finska styrkilistanum og hevur telvað 29 talv í 2008.
IM Esben Lund (32) úr Danmark hevur havt stóra framgongd í seinastuni og er á gáttuni til at gerast stórmeistari, nú hann hevur 2 GM-normar í skjáttuni. Hevur telvað 98 kappingartalv í 2008. Hevur frálæru í telving og er talvskribentur. Vandi føroysku unglingarnar til NM, sum var í Íslandi 2006.
FM Semcesen (22) úr Svøríki er ávegis altjóða meistaratittulinum og gongst eftir vild, kann hesin koma til høldar í Klaksvík komandi vikuna. Hevur telvað 150 talv í 2008.
FM Heini Olsen (39) úr Klaksvík. Ferfaldur FM-vinnari. Hevur higartil vunnið 2 IM-normar og nú restar bert tann eini, til tess at tilogna heitið Altjóða Meistari í Talvi (IM).
Martin Poulsen (24) úr Tórshavn. Ferfaldur FM-vinnari, sum fleiri ferðir, hesi seinnu árini hevur ligið framvið, at tilogna sær IM-normar.
Olaf Berg (22) úr Tórshavn. Enn eitt ungt spennandi føroyskt talent, sum seinasta árið hevur sýnt greiðar ábendingar um framgongd.
Gylt høvi hjá Heina
Serligur spenningur er um lokali talv-oddafiskurin í Norðoyggjum, Heini Olsen, tekur av gylta møguleikanum og tilognar sær IM-heitið á heimavølli. Møguleikin er avgjørt til staðar, hóast neyðugt verður “at raka dagin”, men grundað á meðalstyrkina í kappingini, er kravið til vunnin stig tilsvarandi lægri til tess at vinna heitið. Og Heini sýnist at vera væl fyri í løtuni. Fyrr í summar telvaði hann í Politiken Cup, men gjørdist júst ov stuttur til tittulin tá, hóast orkufreka telving ímóti Evropameistaranum Tiviakov og javnleik ímóti GM Krasenkow – báðir telvarar í heimselituni.
Stórmeistarar ímóti føroyingum í 1. umfari
Føroyingarnir leggja bragdliga fyri, tá fyrsta umfar í kappingini verður telvað leygardagin kl. 14 í fimleikahøllini við musikskúlan. Heini Olsen hevur hvíta fólkið ímóti GM Gawain Jones. Olaf Berg hevur somuleiðis hvíta fólkið ímóti GM Sarunas Sulskis, meðan Martin Poulsen, við svarta fólkinum, telvar ímóti GM Miroslav Grabarczyk.
Fylgið telvingini LIVE
Umframt, at tað er møguligt hjá áhugaðum at leggja leiðina framvið spælistaðnum, verður møguleiki fyri at fylgja telvingini beinleiðis um alnótina, meðan telvað verður, á heimasíðu Talvsambandsins www.faroechess.com. Somuleiðis fer Miðlahúsið – Portalurin, Rásin og Sosialurin - leypandi at kunna um feskastu tíðindini frá kappingini.