Teir donsku hjálparfelagsskapirnir hava ongantíð fingið so nógvar pengar frá donskum gevarum sum í ár, skrivar Kristeligt Dagblad.
Hjá Reyða Krossi og Unicef siga tey, at árið í ár er metár, og hjá Folkekirkens Nødhjælp og Læknar Uttan Landamark verður sagt, at tey hava fingið sjáldsama nógvar og harafturat eisini sjáldsama stórar gávur í ár.
Flemming Kofod-Svendsen, sum er formaður í felagnum hjá teimum donsku innsavningarfelagsskapunum, sigur við Kristeligt Dagblad, at árið í ár hevur verið merkt av, at nógvur peningur er savnaður í sambandi við vanlukkur. Sum dømi nevnir hann flóðalduna í Suðueasia, jarðskjálvtan í Pakistan og hungursneyðina í Niger.