Størri partur til menningarkvotur

Orðingin um menningarkvoturnar í uppskotinum til lógina um sjófeingi, eru broyttar eitt sindur í nýggja uppskotinum, ið nú er lagt fram fyri tingið.

 

Í undanfarna uppskoti stóð, at í mesta lagið fimm present av samlaðu kvotuni kundi latast út sum menningarkvotur til økir í landinum, ið vórðu í vanda fyri fallandi fólkatali og vinnuliga virksemi var lítið.

 

Í nýggja uppskotinum er orðingin broytt eitt sindur. Nøgdin av kvotuni, ið kann bjóðast út sum menningarkvotur, er farin úr fimm upp í sjey prosent. Eisini er orðingin broytt til at verða, at økir í landinum kunnu fáa lut í menningarkvotuni, “har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysi er stórt samanborið við onnur økir í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali”.

 

Tað var nógv kjakast um menningarkvoturnar tá undanfarna uppskot var lagt fram. Fleiri hildu tað verða ein máta at sissa samgongupolitikkarar úr útjaðarøkinum, meðan onnur søgdu, at tað var lítið høpi í, at útluta kvotur til økir, har tað ikki var nakar møguleiki fyri at fáa eina veruliga kappbjóðing um rættindini.