Lógin snýr seg í høvuðsheitum um at tryggja okkum brúkarar, og hvussu fyritøkur eiga at sýna góðan atburð. Brúkarasamtakið hevur gjørt ein faldara um innihaldið í nýggju lógini, og fara vit her at vísa til nakrar av nýggjheitunum.
Lýsingar skulu vísast sum lýsingar
Onkuntíð kann okkurt líkjast eini grein ella annað jounalistiskt tilfar, sum í veruleikanum er ein lýsing. Tí skal tað framyvir standa púra greitt, at talan er um eina lýsing, um tað kann mistakast fyri at vera journalistiskt tilfar. Tað skal vera eyðsæð, hvat í blaðnum er tilfar hjá blaðstjórnini, og hvat er lýsingartilfar.
Prísurin púra greiður
Brúkari skal frammanundan keypið vita púra greitt, hvør samlaði prísurin fyri vøruna er. Hetta merkir, at allar tænastur og ómaksgjøld skulu vera íroknað kostnaðin. Eitt dømi er, at oljuavgjaldið eigur at vera við í prísinum á einum ferðaseðli, fløskupant skal vera við í prísinum á eini sodavatn, og mvg’ið vera við á rokningini og ikki leggjast afturat aftaná.
Villleiðandi lýsingar
Tað er ikki loyvt at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar í marknaðarføringini. Eitt dømi um villleiðing er ein mynd við 6 pakkum av margarini og tekstinum ”5 pk. fyri kr. 37,95”. Tú kanst til eina og hvørja tíð krevja prógv fyri, at tað, sum lýsingin sigur, er satt. Um ein fyritøka lýsir við, at hon er betri enn ein onnur líknandi fyritøka, skal hetta kunna skjalprógvast.
Forboð móti spam
Vinnufyritøkur hava ikki loyvi at senda út lýsingar ella á annan hátt at marknaðarføra við elektroniskum miðlum, so sum telduposti, sms, mms, telefaxi ella telefon, uttan so, at tú frammanundan hevur biðið um hetta. Óumbiðið lýsingartilfar, sum verður borið út við postinum, kanst tú sleppa undan, við at seta seg í samband við Landsfólkayvirlitið. Hetta er bert galdandi fyri lýsingar til navngivnar persónar. Navnleysar útberingar, sum vit fáa í postkassan, eru ikki umfataðar av lógini.
Fullfíggjað vegleiðing
Um onkur selur tær eina vøru ella tænastu, skulu allar umráðandi upplýsingar um vøruna vera við. Tú hevur rætt til eina nøktandi brúkaravegleiðing, og um sølufólkið veit okkurt, sum er umráðandi at vita um vøruna, eigur viðkomandi at siga tær tað.
Keypsupplýsingar skulu vera greiðar
Tá talan er um sølufremjandi tiltøk, so sum tilboð ella útsølu, skulu tilboðstreytir um vørurnar vera eyðsýndar og lættar at finna. Tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vøruni. Um tú fært tveir pakkar av kaffi fyri 40 kr., skalt tú kunna síggja, at vanligi prísurin á einum kaffipakka er 30 kr.
Børn og ung
Børn eru góðtrúgvin og løtt at ávirka og skulu tí verjast. Øll marknaðarføringslógin verður sostatt tulkað strangari, tá talan er um marknaðarføring til børn. Harumframt skulu lýsingar til børn ikki eggja til harðskap, alkohol- og rúsevnismisnýtslu.
Røtt merking
Lógin gevur møguleika fyri nærri ásetingum um merking. Tað vil siga, at landsstýrismaðurin við kunngerð kann gera ásetingar um innihald og merking av vørum.
Brúkaraumboð
Vit fáa eitt brúkaraumboð, sum umsitur lógina og setir krøv til handilsfólk. Í ringasta føri kunnu brúkarar krevja endurgjald og revsing. Tú kanst venda tær til brúkaraumboðið við spurningum og ivamálum.