Tað er greiða niðurstøðan hjá Aksel Haraldsen, fyrrverandi landsliðsvenjara í svimjing.
Hann sigur, at føroyingar hava onga orsøk at harmast, at tað ikki eydnaðist Pál Joensen at svimja seg til eitt gullmerkið í evropameistarakappingini í 1500 metrar frí.
- Pál Joensen er framvegis ungur, og hann hevur longu vunnið silvur í evropameistarakapping. Hetta er eitt stórsligið úrslit, sigur Aksel Haraldsen.
Portalurin hevur roynt at fingið viðmerking frá Róki í Jákupsstovu, næstformanni í Svimjisambandinum, og Jón Bjarnasyni, venjara hjá Pál Joensen, men tað hevur ikki eydnast.