Fríggjadagin 27. novembur læt fyrsta minnisframsýningin við Ingálvi av Reyni upp í Listaskálanum.
Á framsýningini eru fleiri verk hjá Ingálvi sum m.a. eru lánt frá stovnum og privatum í Føroyum, umframt høvuðsverk ið eru lánt frá Statens Kunstfond, Sønderjyllands Kunstmuseum, Randers Kunstmuseum og Vejle Kunstmuseum.
Listfrøðingurin Mikael Wivel dr.phil. hevur í sambandi við framsýningina skrivað bókina ”Ingálvur av Reyni 1920-2005 – Svartur og villur” sum er um listamannin. Bókin, sum er á donskum, føroyskum og enskum, er 288 síður við hópum av myndum. Tað var Mikael Wivel sum setti framsýningina, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu.
Framsýningin letur í fyrstu atløgu aftur sunnudagin 20. desembur 2009, men heldur síðan fram týsdagin 5. januar 2010 og endar sunnudagin 28. februar 2010. Framsýningin fer síðan víðari til Kastrupgaardsamlingen og síðan til Vendsyssel Kunstmuseum.
Nógv fólk vóru komin saman í Listaskálanum hendan dagin, bæði listafólk, politikarar og familjan hjá Ingálvi av Reyni.