Stórsligin móttøka

Fleiri hundrað fólk tóku ímóti Livari Nysted, tá ið hann klokkan hálvgum eitt í nátt kom heim aftur til Hvannasunds Livar Nysted verður mettur sum ein sonn hetja eftir bragdið, sum hann saman við trimum øðrum gjørdi, tá ið teir róu tvørtur um Atlantshavið og settu heimsmet.

Livar kom til Føroya seint í gjárkvøldið, og við fylgi sínum koyrdi hann beint til Hvannasunds, har skipað varð fyri stórari móttøku.

Hetjan varð tó ikki settur av í Hvannasundi men hinumegin sundið, har kappróðrarbáturin Norðoyingur lá mannaður og bíðaði eftir Livari.

Við ljósblussi afturi í rong og Livari standandi frammi í stavni legði Norðoyingur at í Hvannasundi, har reyður leypari varð lagdur til Livar at ganga á.

Røður vórðu hildnar, har var tónleikur, ljós og fýrverk, og tann stóra fjøldin varð boðin til kaffiborð í tjaldinum, sum sett varð upp til tað sama.