Tað var landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, sum setti FaroExpo klokkan gott 9 í morgun í Ítróttarhøllini í Runavík. Fyri setanina spældu Hjalti, Jákup og dóttir Jákup tónleik, og tey spældu eisini eitt lag eftir sjálva setanarrøðuna.
Jóhan Dahl vísti á, at FaroExpo á hvørjum ári gevur fyritøkum høvi at fokusera á nýggjar vinnuligar møguleikar til tess at menna nýggj samstørv og at røkja síni netverk.
- Á parteneriatinum hittast fyritøkur á skjótum og málrættaðum fundum, men FaroExpo gevur avgjørt eisini vinnulívsfólki góð høvi at hittast óformliga, og hetta hevur ikki minni týdning.
Hann segði, at FaroExpo haraftrat leggur seg eftir - á hvørjum ári - at halda ráðstevnu um útvaldar vinnuligar møguleikar og avbjóðingar, og í ár er ráðstevnan, sum er tann almenni parturin, um Føroyar í oljuvinnu.
- Hetta er eitt evni, sum gerst alt meiri týðandi fyri hvønn dag sum gongur. Eitt oljufund í føroyskum øki kann merkja kollveltandi broytingar her á landi, men longu nú merkja vit, hvussu oljuvinnan kring um okkum gevur meiri virksemi í Føroyum og millum føroyingar.
Landsstýrismaðurin vísti á, at Føroyar eisini merkja, hvussu oljuvinnan leggur trýst á aðrar partar av samfelagnum.
- Vit mugu veruliga taka okkum um reiggj, bæði vinna og politiska skipanin, fyri at gera okkum út til at lofta møguleikunum og avbjóðingunum frá oljuvinnuni - og frá øðrum nýggjum vinnum á okkara leiðum.
Jóhan Dahl vísti á, at Føroyar nú hava 200 elektrikarar, sum arbeiða í Noregi. Hann helt, at hetta sigur okkum eina rúgvu.
- Tað sigur okkum, at okkara handverkarar eru dugnaligir og eftirspurdir. Teir eru væl lærdir, fleksiblir og arbeiðssamir.
Hann helt, at tað, at føroyingar hava lætt við at fáa góð størv uttanlands, sigur okkum eisini, at tað krevur nógv og fer at krevja enn meiri í framtíðini at byggja upp virki og tænastur í Føroyum við støðugum og væl lærdum fólki.
- At fáa fólk og virkir at trívast og at vilja virka her á landi, er størsta avbjóðingin yvirhøvur.
Jóhan Dahl helt ikki, at tað ber til longur at síggja føroyska arbeiðsmarknaðin isoleraðan frá restini av heiminum.
- Vit mugu síggja í eyguni, at arbeiðsmarknaðurin í framtíðini verður meiri mobilur og altjóðagjørdur, og vit mugu laga okkum til hesar umstøður, segði landsstýrismaðurin m.a. í setanarrøðu síni á FaroExpo í Runavík í morgun.