Størsta fall í oljunýtsluni í 25 ár

Ikki síðan kollveltingina í Iran, er oljunýtslan í vesturheiminum fallin so nógv sum í ár, tað vísir ein nýggj uppgerð. Størst er fallið í USA, har tað serliga eru bilførarnir, sum ansa væl eftir.

Vesturheimurin hevur spent búkreimina inn og brúkar nú nógv minni av olju enn fyri einum ári síðan. Nýtslan, higartil í ár, er nú 620000 tunnur minni hvønn dag í árinum, tað svarar til 1,3% minni oljunýtslu enn fyri sama tíðarskeið í 2007. tað sigur Internationale Energi Agentur í nýggjari uppgerð.

Men meðan oljunýtslan í vesturheiminum fellur, so økist nýtslan í menningarlondunum, serliga í Kina. Samanlagt er tí talan um ein lítlan vøkstur, vøksturiner 760000 tunnur um dagin.

Kinesiska royndin at minka um dálkingina til OL, ger at Kina økir um sínar oljugoymslur. Eisini hevur Kina lagt olju inn undir seg áðrenn Ol-leikirnar, tí er væntandi at oljuprísurin, sum setti met 11. juli við 147 dollarun, men nú er farin niðurum 115 dollarar, fer at falla uppaftur meir.