Seinastu mánaðirnar hava fleiri sett mær stórt sæð sama spurning um Eysturoyartunnilin og avleiðingarnar fyri Sundalagið. Varliga verður spurningurin borin fram, ymiskt orðaður men í grundini tann sami.
”Ert tú ikki bangin fyri at tit nú verða ein útjaðari? Verður hetta ikki ein stór avbjóðing fyri tykkara øki? Fer Sundalagið at fána burtur nú?”
Óansæð hvussu spurningurin er borðin fram, er svarið tað sama.
”Nei, tvørturímóti! Hetta verður ein gáva hjá okkum í Sundalagnum. Her verður vónandi ein himmalskur friður. Vit fáa okkara perlu aftur og Sundalagið verður aftur ein oasa í Føroyum.”
Gongur alt sum ætlað, letur Eysturoyartunnilin upp nú leygardagin 19. desembur. Hetta verður ein varði í føroyskari samferðslu og samfelagssøgu, tí nýggja farleiðin fer grundleggjandi at broyta ferðamynstrið í Føroyum. Síðani Brúgvin um Streymin lat upp 30. oktobur í 1973, hevur høvuðsfarleiðin millum Norður og Suður, millum Eystur og Vestur í Føroyum ligið gjøgnum Sundalagið. Tá tunnilin letur upp, broytist hetta.
Við tíðini og so hvørt sum tunnilsgjaldið fer at lækka, fara alsamt fleiri, sum skulu suður til Havnar, inn í Eysturoynna ella norður til Klaksvíkar at velja styttru leiðina gjøgnum tunnilin, heldur enn at koyra langa umvegin gjøgnum Sundalagið.
Gjøgnum Sundalagið er lyklaorðið. Tí meginparturin av ferðsluni er farin gjøgnum Sundalagið, uttan at steðgað verður á nakrastaðni og uttan at tað gevur stórvegis gott til økið. Talan er um gjøgnumkoyrandi og í øgiliga stóran mun stórar lastbilar og tunga ferðslu.
Vit, sum búgva upp móti høvuðsfarðleiðini, hava notið gott av at bussleiðin millum Tórshavn og Klaksvík er reglulig og passar væl til arbeiðstíðirnar. Handilsvinnan við Streymin hevur eisini havt fyrimun av, at summi steðga á og keypa gerandisvørur og greiða síni viðurskifti har. Men í stóran mun er talan bert um gjøgnumkoyring.
Seinastu árini er ferðslan eisini vaksin øgiliga nógv, og tað merkist í Sundalagnum. Frá klokkan seks á morgni til seint á kvøldi slitnar ikki millum bilarnar, ið koyra framvið. Áhaldandi osið, sjóðið og spruttið frá bussum, bilum og lastvognum er ein byrða fyri fólk og fæ í økinum.
Men nú fær tað ein enda.
Árið 2020 verður eitt sermerkt ár upp á nógvar mátar. Júst sum vit settu ferð á móti tí kanska størsta og mest virkna árinum nakrantíð, í ferðavinnuni og samfelagnum annars, høgdi heimsfarsóttin bremsurnar í.
Við eitt vóru nærum øll send til hús í vár, við børnum og arbeiði. Ferðslan hvarv sum døgg fyri sól og friður legðist yvir fólk og samfelag.
Vit í Sundalagnum løgdu serliga væl merki til hetta. Brádliga legðist ein himmalskur friður yvir Sundalagið. Áirnar hoyrdust aftur tutla. Fuglarnir hoyrdust láta. Tú legði brádliga merki til, tá ein bilur kom framvið, heldur enn tá tað brádliga slitnaði millum bilarnar.
Tá tað herfyri frættist, at Eysturoyartunnilin letur upp fyri jól, var eg sannførdur um, at Sundalagið í ár fær størstu jólagávuna.
Ein himmalskur jólafriður fer at leggjast yvir Sundalagið, tá bilarnir fara at koyra undir Tangafjørð heldur enn gjøgnum Sundalagið.
Vit fara at fáa okkara vøkru perlu aftur, og friðarliga bygdarlívið í Sundalagnum verður ein sonn oasa hjá vaksnum og børnum, sum búgva í Sundalagnum.
Tí einki annað broytist fyri okkum enn óljóðið og osið frá nógvu gjøgnumgangandi ferðsluni. Tað verður júst líka langt úr Sundalagnum til Klaksvíkar ella til Havnar, sum tað var áðrenn. Ferðslutrýstið verður bara nógv minni og tað verður enn lættari og skjótari at ”pendla” til arbeiðis.
Gaman í verða eisini ávísar avbjóðingar. Handilslívið missir ein lítlan part av grundarlagnum, nú færri bilar koma framvið. Men eg eri sannførdur um, at enn fleiri í økinum tá fara at keypa inn við Streymin, heldur enn í Havn.
Vit, sum eru nývald í býráðið í Sunda kommunu, standa við einari kollosalt spennandi avbjóðing fyri framman. Sundalagið verður Perlan í Føroyum, sum liggur strategiskt plaserað mitt í øllum, uttan at líða undir teimum neiligu avleiðingunum frá nógvu ferðsluni.
Í Sunda kommunu hava vit ótrúliga góðar umstøður við nýggjum Skúla við Streymin, góðum dagstovnum, einum framúrskarandi ellis- og røktarheimi, virknum ítróttalívi og eini rúgvu av møguleikum fyri víðari menning.
Tí eri eg sannførdur um, at okkara størsta avbjóðing verður ikki vandin fyri at fána burtur.
Okkara størsta avbjóðing verður ístaðin at nøkta tørvin á grundstykkjum og barnaansingarplássum til at rúma øllum teimum, sum fara at vilja seta búgv í Sundalagnum. Og tá økið fer at blóma og standa í vøkstri, loysa avbjóðingarnar hjá handilslívinum seg sjálvar.
Leggja vit okkum afturá og staðfesta at nú fánar alt burtur, verður tað helst eisini veruleikin. Kýta vit okkum hinvegin, og síggja vit virðið og møguleikarnar í menningini, og vilja vit arbeiða fyri at menna økið, so verður hetta helt eisini veruleikin.
Hetta verður ein gleðilig avbjóðing at fara undir. Vit óttast ikki at verða ein útjaðari. Vit fara at njóta friðin, og fevna tilveruna enn meira og so fara vit at gagnnýta henda einastandandi møguleika.
Størstu jólagávuna í ár fær Sundalagið, og hana fegnast vit um. Vit kundu ikki ynskt okkum nakað størri.
Yrkingin hjá Rikard Long, Í Sundalagnum, kemur veruliga til sín rætt, nú Eysturoyartunnilin letur upp og vit skjótt kunnu fagna einum nýggjum ári, bæði so og so.
Rógvi Nybo
Býráðslimur og formaður í Teknisku nevnd í Sunda kommunu 2020 - 2024
Í Sundalagnum
Í Sundalagnum ein sólskinsdag,
tá komið er út á várið,
og vindur fer yvir grønkandi flag,
av stað, av stað
at fagna tí nýggja ári:
Tá sprettur í brekku gras og urt,
og vætan seyrar í bakka,
í haga er einki staðið turt –
tó leita tær burt,
har seyðirnir ræsur traðka!
Á firði hvítir tað víða hvar,
og áirnar froysa í vindi;
bjørt stavar sólin á vallaðan garð
og skriðu og skarð,
ið blána á Reyðafelstindi.
Stolt reisir landið í treystari vón
og rodnar í frískari elli,
man aldri síggjast fagrari sjón
enn sólskin á Nón
og vársnjó á Halgafelli
Eg elski teg, gamla frostsprongda land,
við urðum og royðulindum
og havsins brimgang við sólbleiktan sand
og dandandi band
av mjørka á ljóssveiptum tindum!
Rikard Long.