Størstu leikirnir nakrantíð

Enn einaferð seta Oyggjaleikirnir met. 2.700 ítróttarfólk kappast hesa vikuna um at vinna sær gull á leikunum

Oyggjaleikir

 

Størstu og longstu Oyggjaleikirnir í søguni vórðu settir á Wiklöf Holding Arena í Mariehamn á Álandi leygardagin.

Hetta eru trettandu leikirnir, sum verða hildnir, og fyri fyrstu ferð yvir høvur spenna hesir nú um heila viku.

Áður hevur annars verið vanligt, at setanin hevur verið sunnukvøld, tó at einstakar kappingar so smátt eru byrjaðar longu undan hesum. Og fríggjakvøld hevur verið vanligt at hava endahátíðina.

Stóra talið av luttakarum til ymsu kappingarnar hevur tó gjørt, at leikirnir hesa ferð vórðu settir leygardag, soleiðis at sunnudagurin allur sum hann var kundi brúkast sum kappingardagur. Og hesa ferð verða seinastu finalurnar leygardagin, soleiðis at talan samanlagt er um sjey heilar dagar, har kappast verður í teimum 14 ítróttargreinunum, sum eru á skránni.

 

Drúgvur dagur

Hóast setanin í longd ongan tíð kom í nær námind tí, sum føroysku íðkararnir upplivdu á Rhodos fyri tveimum árum síðani, so var ikki frítt, at talið av føroyskum íðkarum fækkaðist, so hvørt sum minuttirnir gingu á setanini.

Partvíst hevði talan verið um ein sera drúgvan ferðadag, har fyrsta flogfarið fór úr Vágum klokkan 5.30, og partvíst skuldu fleiri av føroysku ítróttarfólkunum í kapping dagin eftir.

Hitin í bakandi sólini, sum ger um seg í Mariehamn hesar dagarnar, var hartil í yvirkantinum av tí, sum verður tilrátt ítróttarfólkum, sum bara eitt samdøgur seinni skulu út í harða kapping, og samanlagt fekk hetta fleiri venjarar at mæla sínum fólkum til at fara heim á hotellið, heldur enn at treiskast í sólini.

 

Føroysku beraranir

Ein partur av hátíðarhaldinum kring setanina er sjálvandi eisini tey bæði, sum verða vald at bera ávíkavist Merkið og føroyska vatnið.

Merkið er sjálvsagdur partur av setanini, tá hetta jú er løtan, har liðini vísa seg fram fyri bæði mótstøðufólkum og áskoðarum. Og hesa ferð var tað badminton-spælarin, Aksel H. Poulsen, sum bar merkið.

Vatnseremoni’in er somuleiðis fastur partur av oyggjaleikasetanini. Vatnið er tað elementið, sum allar oyggjarnar eiga í felag, og tí er fastur siður, at luttakandi oyggjarnar hvør í sínum lagi hava vatn við heimanífrá.

Hetta verður latið í eitt gosvatn, soleiðis at samleikin hjá øllum oyggjunum kann sjóvast saman, meðan leikirnir eru, og á endahátíðini fylla luttakararnir sínar krukkur aftur. Hesa ferð við vatni, sum er ein samrenning frá øllum oyggjunum.

Hjá føroyska liðnum var tað hesa ferð fimleikarin, Durita Sigmarsdóttir Davidsen, sum bar vatnílætið.