- Smátt er gott, hoyrist ofta her í Føroyum. Vit hava av góðum grundum langa siðvenju við smáum eindum. Við afturvendandi millumbilum kemur upp orðaskifti um teir mongu smáu skúlarnarnar mótvegis teimum stóru og miðsavnaðu skúlunum. Hesi orðaskifti stinga seg vanliga upp í samband við ætlanir hjá landsmyndugelikum, ið við røttum ella við órøttum kunnu tulkast sum politiskar royndir at fremja grundleggjandi byganaðarbroytingar innan føroyska fólkaskúlan.
Fólkaskúlin stendur eins og í okkara grannalondum frammanfyri sera stórum avbjóðingum. Hesar avbjóðingar eru av bygnaðarligum so væl sum av innihaldsligum slagi. Samfelagið broytist skjótt. Vitanarsamfelag, nútímansgerð og altjóðagerð seta alt størri krøv til útbúgvingarverkið og politikkararnir hava torført við at útvega tað fíggjarliga tilfeingi, ið skal til fyri at lúka hesi stóru krøv. Tað er tí við hesum bakstøði í huga vælskiljandi, at viðkomandi myndugleikar og teir politiskt byrgdarhavandi støðugt leita eftir hóskandi fíggjarvánum. Tað er undir hesum umstøðum nærliggjandi at líta at bygnaðinum til tess at vita, hvørjir møguleikar eru fyri størri fullnýtslu ella rationaliseringsmøguleikum, sum hetta nevnast við einum fremmandaheiti. Men farið fram eftir fummum uttan miðvísa ætlan, samstundis sum tað verður mett sum nærum halgibrot at sera spurnaraðartekin við smáu skúlarnar.
Men nú tykist kortini sum ávísur røringur er komin í hetta mál og nýggir tónar ljóða frá pørtum, ið vanliga seta seg upp í móti bygnaðarbroytingum. Í blaðnum í gjár setir kendur skúlaleiðari spurnartekin við tað námsfrøðilga og sosialt skilagóða í at varðveita smáu skúlarnar. Í somu útgávu kemur formaðurin í Føroya Lærarafelag við sera áhugaverdum útspæli, ið leggur upp fyri fyrimunum við stórum so væl sum smáum eindum. Lyklaorðini eru samstarv og samskipan. Myndugleikar ger vanliga tað mistak, at broytingar koma sum snarljós frá heiðum himni. Hetta skyldast sjálvsagt, at broytingarnar, sum t.d. kravið um 26 børn í hvørjum fyrsta flokki, at kalla ongantíð koma ikki av námsfrøðiligum ella skúlafakligum fyrilitum, men av bráðkomnum fíggjarligum trupulleikum. Soleiðis er tað í landi við ongum miðvísum, visjonerum og langsiktaðum útbúgvingarpolitikki. Men hetta kann ikki halda fram soleiðis. Nógv, og ikki minst samrøðurnar í blaðnum í gjár, bendir á, at fylling tíðarinnar er komin. Nú er at smíða, meðan jarnið er heitt og tí skulu politisku myndugleikarnir taka seg um reiggj og fáa skil á alt økið. Vit eiga at hyggja nærri at innihaldi og bygnaði og loysa trupulleikarnar undir einum – dagstovnar og fólkaskúla – lærara- so væl sum pedagogútbúgvingar. Og síðst men ikki minst eiga lærara- og pedagokútbúgvingarnar at skipast á masterstøði . Tað skilagóða arbeiðið, sum ABC samgongan setti í gongd, eigur at gerast liðugt alt fyri eitt! Endurskoðan eigur at verða gjørd við atliti at samanhangi, samstarvi, bygnaði og innihaldi. Hetta snýr seg um børnini, um framtíðina - farið til verka!