Stórt fall í flogferðsluni í apríl

30% færri ferðafólk ferðaðust um flogvøllin í apríl mánaði. Eldgosið í Eyafjallajøkuli í Íslandi, sum hevur sett síni spor í flogferðsluni um alt Evropa, sæst nú týðuliga aftur í ferðafólkatølunum hjá Vága Floghavn. Higartil í ár eru 49.342 ferðafólk komin og farin um flogvøllin.

Í apríl mánaði hava tilsamans 11.866 fólk ferðast um flogvøllin. Hetta eru 30,9% færri enn í sama mánað í fjør, tá ferðafólkatalið var 17.036. Afturgongdin hevur verið á Danmarkarleiðunum og Bretlandsleiðunum við ávikavíst 33,8% og 38,9%, meðan ein minni framgongd hevur verið á Noregs- og Íslandsleiðunum.

Í fjør vóru páskirnar í apríl, so øll páskaferðslan tá eisini var í apríl. Í ár vóru páskirnar um mánaðarskiftið mars/apríl, so nakað av páskaferðsluni var í ár í mars, meðan nakað var í apríl.

Fyrstu fýra mánaðirnar í ár vóru tilsamans 49.332 ferðafólk um floghavnina. Hetta er 8,4% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 53.846. Higartil í ár hevur eisini verið afturgongd á Danmarkar- og Bretlandsleiðunum, meðan framgongd hevur verið á hinum leiðunum.

Higartil í ár eru 1.310 flogfør komin og farin um floghavnina. Tað er 3,1% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 1.270 flogfør komu og fóru um floghavnina.