Stórt frambrot á fylgissveinaøkinum

- Vit vilja veita reiðaríum, manningum og teirra avvarðandi munandi betri og bíligari samskifti um fylgisvein, sigur Rasmus Magnussen, stjóri í el&tele.
<DPTAB>    Á JFK-Troli eru tey væl nøgd við nýggju skipanina umborð á Skálabergi, sum er í Barentshavinum

Samskifti

Mikumorgunin var áhugaverdur og upplýsandi fundur á Hotel Føroyum, har Rasmus Magnussen, stjóri á el&tele og umboð fyri Telenor í Noregi, sølustjórin, Tommy Dybvad, greiddu frá teimum møguleikum, sum nýggja samstarvið millum risafelagið í Noregi og el-og telefelagið í Føroyum hevur at bjóða okkara skipaflota.
Trolarin, Skálaberg, er nýliga farin í Barentshavið við nýggjari fylgissveinaútgerð, sum el&tele hevur veitt skipinum í samstarvi við norska felagið.
Tað var í hesum sambandi, at el&tele bjóðaði skipaumboðum til kunnandi fundar at frætta nærri um hesa loysnina.

Betri og bíligari

- Okkara mál við hesi skipan er at veita reiðaríum, manningum og teirra avvarðandi munandi betri og bíligari samskifti um fylgisvein, sigur Rasmus Magnussen, stjóri.
Hann vísir á, at fylgissveinatænastur eru komnar uppá eitt støði í góðsku, at nærum eingin munur er á hesi og teirri tænastu, ið fæst á landi.
Ramus leggur dent á, at hesar tænastur nú kunnu veitast fyri ein prís, sum ikki er sæddur áður um okkara leiðir.
- Tað kostar einans 1,50 um minuttin at ringja til Føroyar, og datasambandið og internetið hava ein fastan prís ? uttan mun til nýtslu. Hetta merkir, at sambandið kann standa opið alla tíðina.
Í einum og sama fylgissveinamóttakara fáast eitt nú hesar tænastur; sjónvarp, radio, datasamband, internet, 4 telefonlinjur og tvær faxlinjur.
- Útgerðin verður leasað, og tí er talan ikki um at gera eina stóra íløgu, men um eitt fast mánaðarligt gjald íroknað datasambandið, sigur Ramus.

Vælnøgdir brúkarar

Hann heldur, at fundurin á Hotel Føroyum var ógvuliga góður og positivur, og umboð fyri reiðaríir fingu høvi at spyrja um skipanir, sum hóska til teirra tørv.
Kunnandi fundurin vardi í smáar tveir tímar.
Rasmus Magnussen sigur, at ein skipan av sama slagi, sum hon, ið nú er sett umborð á Skálaberg, longu er umborð á nýggju Norrønu, og har eru teir sera væl nøgdir við tænastuna.
Sosialurin ringdi til JFK-Trol gjáramorgunin at spyrja, hvussu nýggja fylgissveinaskipanin umborð á Skálabergi hevur virkað, síðan teir fingu hesa skipan og eru farnir nýggjan túr.
Vit hittu ikki Hanus Hansen, reiðara, men onnur á skrivstovu felagsins lótu ógvuliga væl at.
- Teir hoyrast ógvuliga væl, hóast skipið er í Barentshavinum, og vit kunnu bert siga, at samskifti hevur ongantíð verið betur enn nú, siga tey hjá JFK-Troli.

Stórur áhugi

Rasmus Magnussen sigur, at stórur áhugi er fyri nýggju fylgissveinaskipanini, og hann væntar ikki, long tíð gongur, fyrr enn fleiri skip hava hesa útgerð umborð, sum bæði er nógv betur og bíligari enn gomlu skipaninar.