- Tað er í øllum førum eitt gleðiligt framstig. Hetta vóru fyrstu orðini hjá Jóannes Eidesgaard, tá vit beint fyri døgurða í gjár kunnaðu hann um, at Landsstýrið fer at almannakunngera uppritið til uttanlandsnevndina.
Fáa ikki hjálp
Formaður Javnaðarfloksins segði seg tó framhaldandi vera misnøgdan við, at flokkarnir á tingið ikki kundu síggja uppritið, soleiðis at teir betri kundu taka støðu til innihaldið í hesum.
Hann finst eisini at, at teir serfrøðingar, sum uttanlandsnevndin hevur atgongd til, eru somu serfrøðingar, sum hava verið í allari viðgerð Landsstýrisins av fullveldismálinum. At talan her er um embætisfólk, sum meginpartin av tíðini hava verið við í hesum arbeiði vil eftir hansara tykki viðføra, at hesir serfrøðingar vilja hava ein sterkan loyalitet mótvegis ætlaninum hjá Landsstýrinum.
Eitt nú hava vit ongan møguleika fyri at ráðføra okkum við teir serfrøðingar, sum vit nýttu, tá sjálvstýrisuppskot okkara varð smíðað.
Ósaklig samanbering
Jóannes Eidesgaard metir annars, at tað er ein ósaklig samanbering, tá Landsstýrið nýtir handfaranina av undirgrundar- marknaðarmálinum sum grundgevingar fyri, at sjálvstýrismálið verður handfarið í trúnaði.
Tær ferðirnar var støðan ein heilt onnur, tí tá var eingin ivi um, at tað var ein samlað tjóð, sum stóð aftan fyri samráðingarnar. Øll vildu vit jú hava sum mest úr undirgrundini og øll vildu vit hava so víttfevnandi fiskimark sum gjørligt.
Hesu ferð er støðan ein heilt onnur. Ein helmingur av fólkinum er ímóti ætlanum Landsstýrisins, og harumframt verða avleiðingarnar fyri fólkið her á landi nógv størri, enn tær høvdu verið, um t.d. bretska markið var sett eitt vet longur norðuri.
Ikki ov skjótt
Upp á spurningin, um talan kanska verður um stuttar samráðingar, nú Landsstýrið skal fáa eina avtalu innan nakrar fáar mánaðir, heldur Jóanes, at hetta er eingin trupulleiki.
- Nú haldi eg teir skulu sleppa at royna seg, sigur Jóannes, sum leggur afturat, at tað hevði verið gleðiligt, um samráðingarnar gingu skjótt.
Eftir hansara tykki hevur hetta málið nýtt somikið stóran part av orkuni í landsins umsiting, og tískil hava onnur stórmál ligið á láni.
- Tískil er tað av alstórum týdningi, at ein niðurstøða verður funnin í hesum málið, soleiðis at vit eisini sleppa at arbeiða við øðrum málum, sum eisini hava stóran týdning, sigur Jóannes Eidesgaard at enda.