Stórt gassfund millum Hetland og markið

Oljufelagið Total hevur júst gjørt eitt týðandi gass fund miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið, sum kann verða startskotið til útbygging av gasskeldum í økinum. Talal er um "significant" nýtt gass kondensat fund í teigi 205/5a á umleið 610 metra dýpi, umleið 100 kilometrar norðan fyri Sullom Voe oljuterminalin í Hetlandi.

Umframt Total, sum eigur 47,5% av loyvinum, eigur ENI 22,5%, DONG 20% og Chevron 10%. Áhugavert er at bíta merki í, at øll hesi trý feløgini við undantaki av Total eru við í Føroyum.

 

Gasskeldan verður nevnd Tormore og var borað í alt 3936 metrar og royndarframleiðslan vísti 32 milliónir kubikføtur av gassi um dagin. Nýggja keldan liggur bert 15 kilometrar sunnan og vestan fyri eina aðra gasskeldu, Laggan, sum Total fann fyri nógvum árum síðani. Royndarframleiðsla í 2004 varð væleydnað.

 

Totalforsetin fyri leiting og framleiðslu, Yves-Louis Darricarrére sigur í tíðindaskrivi, at nú verður mett um støddina á fundinum og kann tað vera við til at útbyggja gassfelt á bretska landgrunninum.

 

Sum skilst er kemur hetta gassfundið í tøkum tíma. Fleri smærri gassfund eru gjørd seinastu 10-20 árini vestan fyri Hetland, men einki teirra hevur verið nóg stórt til at vera útbygt einsamalt. Totat arbeiðir við eini stórari útbyggingarætlan, har fleiri smærri gassfelt verða knýtt saman til eina og somu framleiðslueind. So stóran týdning hevur hetta fyri bretska orkuveiting, at DTI, sum er bretska orkumálaráðið hevur savnað saman tey stóru olju- og gassfeløgini fyri at fáa tey í felag at gera eina ætlan fyri útbygging av smærri gasskeldunum, og har myndugleikarnir møguliga vilja gera treytirnar fyri gassskatt lagaligari.

 

Nýggja fundið kann skunda undir hesa ætlan. Fyri Føroyar er tað sera áhugavert, tí ein infrastrukturur við rørleiðingum hinumvegin markið kann koma at gera møguliga gassframleiðslur her lønandi. Tí kann man siga, at útbygging av gassfeltum við undirstøðukervi eystan fyri markið kann fáa alstóran týdning fyri møgulig gassfund á føroyska landgrunninum. Hetta kann gerast ein góð ábending og tíðindi til oljufeløgini, sum leita eftir olju og gassi her.