Kreppan í amerikanska bilídnaðinum tykist ikki taka nakran enda, og í gjár bleiv kunngjørt, at stórfyritøkan Ford hevði næstan 40 milliardir krónur í halli í juli ársfjórðingi. Fyritøkan sigur, at hon hevur selt nógv fleiri smáar lastbilar enn væntað, og harafturat hava uppsagnir kostað nógv. Ford hevur stongt 16 verksmiðjur í USA og Kanada , og tað hevur kostað fyritøkuni næstan seks milliardir krónur. 45.000 starvsfólk hava mist arbeiðið.