Stórt hall í flakavinnuni

Sambært upplýsingum, sum Útvarpið hevur fingið, var samlaða hallið hjá føroysku flakavirkjunum millum 10 og 15 mió kr. í fjør. Hetta er ein munandi betran í mun til 2004, tá samlaða úrslitið var negativt við 40 mió kr., men nøktandi er tað ikki á nakran hátt kortini.
Tilsamans eru 23 flakavirki limir í Føroya Ráfiskakeyparafelag, og er tað hesi, sum eru grundarlagið undir roknskapargreiningini. Útvarpið staðfesti, at sambært teimum upplýsingum, sum tey høvdu fingið, vóru tað serliga Fiskavirking og Kósin, sum ávirkaðu úrslitið skeiva vegin, meðan smærru virkini høvdu meira nøktandi úrslit.
Samlaði útflutningurin av fiskavørum var í fjør 3,3 mia kr. Tá útflutningsvirðið var størst - tað var í 2002 - var hetta um 4 mia krónur.