Stórt útstykkingararbeiði í Klaksvík

Á býráðsfundi týskvøldið samtykti býráðið í Klaksvík, at stykkjast skulu út 21 grundstykkir á vegnum oman fyri Helnarbrekku

John Johannessen


Klaksvíkin er aftur í stórum vøkstri, og bústaðartrupulleikar eru farnir at taka seg upp. Tískil gjørdi Klakksvíkar Kommuna á býráðsfundi í gjárkvøldið av, at farast skal undir at stykkja út grundstykkir á vegnum omanfyri Helnabrekku. Talan er í fyrstu atløgu um 21 grundstykkir, ið skulu útstykkjast í ár, og kemur hetta arbeiðið at kosta kommununi einar 3 miliónir krónur.


Byrjaðu

í 1988

Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík sigur, at arbeiðið at stykkja út á Helnabrekku byrjaði longu í 1988. Tá varð vegur gjørdur út á brekkuna, men av tí at kreppan kom stutt eftir, hendi ikki stórt meira í hesum máli. Men Jógvan við Keldu heldur, at nú er aftur møguleiki at fara undir útstykkingararbeiðið, og tískil varð hetta samtykt á býráðsfundi týskvøldið.

Ætlanin er, at útstykkingararbeiðið omanfyri Helna-brekku í fyrstu atløgu skal gerast í tveimum stigum. Í fyrsta stigi verða 21 grundstykkir og í næsta stigi verða 24 grundstykkir. Men farið verður ikki undir næsta stigið fyrr enn næsta ár. Tey 24 grundstykkini í øðrum stigi koma at verða eitt sindur heimari enn tey í fyrsta stigi.


Dýrt at stykkja út

í Klaksvík

Býráðsformaðurin í Klaksvík sigur, at tað er munandi dýrari at stykkja út í Klaksvík, enn tað er aðrastaðni í Føroyum. Hann sigur, at hetta kemst av tí nógva brattlendinum, ið ger útstykkingararbeiðið nógv dýrari.

Hóast tað er dýrt fyri Kommununa at stykkja út í Klaksvík, merkja tey, ið keypa grundstykkir ikki so nógv til hetta. Kommunan selir nevniliga grundstykkini ein triðing bíligari, enn tey í veruleikanum eiga at kosta, um útstykkingararbeiðið er roknað við.

Av tí, at tað er hampuliga slætt omanfyri Helnabrekku, koma grundstykkini har ikki at geva kommununi eins stórt undirskot, og onnur grundstykkir hava. Tað verður nevniliga lætt at stykkja út omanfyri Helnabrekku, og tískil kemur hetta arbeiðið ikki at kosta so nógv.


Bjóða út í summar

Jógvan við Keldu sigur, at tey fyrstu grundstykkini omanfyri Helnabrekku verða bjóðaði út í summar. Hann sigur, at kommunan longu hevur fingið 15 umsóknir, og roknar hann við, at fleiri fara at koma. Men hann vísir á, at í einum býði sum Klaksvík, ið er borin uppi av einari vinnu, gongur tað ógvuliga skjótt báðar vegir, viðvíkjandi frá- og tilflyting. Hann er tó ikki bangin fyri nakrari fráflyting í løtuni, tí væl gongst í fiskivinnuni, og hetta hevur kommunan eisini merkt við at nógv fólk er flutt til býin.

Grundstykkini omanfyri Helnabrekku koma at kosta millum 130.000 og 200.000 krónur.