Í dag verður eitt stórt ungdómstiltak í skúlagarðinum við Ziskatrøð í Klaksvík við tónleiki, grill o. ø.
Sjey bólkar fara at sygnjua og spæla umframt kór úr Havn við norskum gestum. Stórt tjald verður sett upp, so fólk kunnu hugna sær við at grilla - men mat mugu tey tó sjálv hava við sær.
Skráin til tiltakið, sum er ókeypis, sær soleiðis út:
18:00 Sound of Glory TenSing
19:00 Rógvi Jakobsen
19:30 Páll Brim
20:00 Danny
20:30 Steðgur
21:00 Hans Hjalti Skaale
21:30 Kristian og Mikkjal
22:30 Steðgur
23:00 Birgir og Noel
24:00 Hans andrias
01:00 Liðugt
Tað er ungi klaksvíksingurin, Rói Clementsen, sum einsamallur skipar fyri tiltakinum.