Stórt veitsluhald í Fjeldstuen í Ålesund

Føroyingar og norðmenn hugnaðu sær saman eftir, at nýggjasta skipið í føroyska fiskiskipaflotanum, Finnur Fríði, varð navngivin á Langsten-skipasmiðjuni seinasta leygardag

Finnur Fríði

Tað var gott lag á ferðalagnum, sum seinasta vikuskiftið var í Noregi í sambandi við, at nýggi kombineraði nótabáturin og trolarin hjá gøtumonnum, Finnur Fríði, skuldi navngevast á Langsten-skipasmiðjuni í Tomrefjørðinum.
Við í ferðalagnum úr Føroyum vóru í fyrsta lagi parteigarar við makum, nakrir av manningini við makum, umboð fyri skrivstovu felagsins í Gøtu, umboð fyri stovnar, banka og nøkur fjølmiðlafólk.
Eftir navngevingina, borðreiddi skipasmiðjan, Aker Yard Langsten, sum norski ríkmaðurin, Kjeld Inge Røkke man eiga ein stóran part av, við smyrjibreyði og ymiskum góðum at skola matin niður við.
Stjórin á skipasmiðjuni, Sigbjørn Akselvoll, segði nøkur orð um áralanga samstarvið, sum verið hevur millum norsku skipasmiðjuna og føroyingar. Súni Christiansen, sum í sløk tvey ár hevur starvast á skrivstovuni hjá felagnum í Gøtu, greiddi við myndum - á ein eitt sindur skemtiligan, men eisini hugnaligan hátt - frá gongdini og byggingini av nýggja skipinum.
Skrokkurin til nýggja Finn Fríða er nevniliga bygdur í Rumeniu, meðan alt, sum er innan í, er gjørt í Noregi.
Ein av manningini, sum seinastu tíðina hevur arbeitt umborð á skipinum og annars fylgt gongdini, sigur, at ein øgilig rúgva av fólki hevur verið til arbeiðis á Langsten-skipasmiðjuni í heyst.
- Vanliga arbeiða einir 200 mans her, men nú so nógv hevur verið at gera, tí smiðjan eisini hevur bygt supply-bátar, hava einir 600 mans runnið aftur og fram á skipasmiðjuni. Tað hevur verið stuttligt at eygleitt fólkið, tá ið farið verður til døgurða. Øll bryggjan livir ? og menn tuska í ymiskar ættir, júst sum meyrur!
Effektiviteturin er øgiligur, tá ið so nógv fólk er til arbeiðis. Tað hevur bert tikið smiðjumonnunum nakrar fáar mánaðir at gera Finn Fríða lidnan. Alt er so snøgt og vakurt, og einki sæst til, at hetta er eitt arbeiði, sum bert hevur tikið nakrar fáar mánaðir.
Á hugnaligu løtuni á skipasmiðjuni, handaðu norðmenn føroyingum gávur. Teir ellivu parteigararnir fingu allir hvør sína træplátu, har ein vakur "stálskurður" av Finni Fríða er festur á.
Norðmenn góvu føroyingum eisini T-shirtur við mynd av Finni Fríða og øðrum føroyskum skipum, sum bygd eru á Landsten. Áskriftin á T-shirtunum er: "Mer enn 1100 meter båt fra Langsten til Færøyene".
Tað, sum setti sín serstaka dám á løtuna, tá ið Finnur Fríði varð navngivin og somuleiðis á hugnaløtuna á skipasmiðjuni, var, at allir parteigararnir í skipinum ? og flestu av konufólkunum, sum við vóru ? vóru í føroyskum klæðum.
Norðmenn eru rættiliga hugtiknir av føroyska tjóðarbúnanum, sum teir halda vera sera vakran ? og kanska vakrari enn sín egna.
?

Tá ið hátíðarhaldið á Langsten var liðugt nakað út á seinnapartin hendan leygardagin, fór ferðalagið aftur í bussi til Ålesund.
Um kvøldið skuldi tann veruligi veitsludøgurðin verða, og hesin varð hildin í Fjeldstuen, ið er ein velduga stór matstova uppi á einum fjalli í sjáldsama býnum, sum Ålesund er.
Veitsludøgurðin var ikki á nakran hátt latin upp til tilvildina. Hvørt borð hevði sítt nummar, og á einum uppslagi úti í gongini sást tú, hvussu borðskipanin var. Navnið á hvørjum einstøkum gesti varð prentað á eitt lítið og snotuligt kort, har mynd eisini var av Finni Fríða. Hetta kortið stóð á borðinum við stólin, har tú skuldi sita.
Ein góð løta gekk frá tí, vit komu innar í Fjallastovuna, til vit sessaðust við borðið. Við inngongdina fingu tey, sum høvdu hug, okkurt at leska sær við - og gekst tú við tómum glasi, tá ið løta var umliðin, fyltu tænastugenturnar uppí aftur. Fólk prátaðu og nutu frálíka útsýni úr hesi miklu hædd.
Bussførarin, sum koyrdi okkum niðan, segði, at matstovan liggur í 400 metra hædd. Onkur annar, vit tosaðu við, segði, 150 metrar. 400 metrar ljóðar kanska ov nógv ? 150 metrar alt ov lítið.
Nógv fólk var til veitsludøgurðan. Talið mundi verða einar 2-3 ferðir føroyska ferðalagið, sum taldi eini 45-50.
Skrivstovumaðurin hjá reiðarínum í Gøtu, Súni, hevði havt snotuligt sanghefti við úr Føroyum, sum var prentað til endamálið. Sjálvur hevði hann eisini yrkt ein sang um nýggja skipið og virksemið hjá felagnum.
Hann og konan, sum spældi guitar, syrgdu fyri, at sangurin gekk av tí besta.
Maturin við veitsludøgurðan var frálíkur. Fyrst fingu vit ymiskan sjómat, rækjur og skeljar, síðan sera væl smakkandi oksakjøt ? og at enda ís og annað omaná.
Tænastufólkini syrgdu fyri, at ongum vantaði nakað.
Við borðhaldið var góður sangur, og fleiri røður vórðu hildnar. Tøkkir vóru bornar og gávur handaðar.
Kvøldið og náttin segði okkum, at nógv meira samstarv hevur verið millum Langsten-skipasmiðjuna og føroyingar, enn mangur dugur at ímynda sær.
Í samband við nýbyggingar, umbyggingar og eftirlit hava menn kenst í mong ár, og góð vinarbond eru knýtt millum norðmenn og føroyingar.
Ein lítil søga er, at tá ið sáttmálin um at byggja Vesturvarða á Langsten varð undirskrivaður í sínari tíð, var skipasmiðjan um at fara av knóranum. Sáttmálin um hetta fyrsta føroyska skipið, sum bygt varð á Langsten, bjargaði skipasmiðjuni tá undan húsagangi. Síðan hevur skipasmiðjan bygt eina røð av skipum til føroyingar, og seinastur undan Finni Fríða, er Hvilvtenni hjá Kjartani Joensen í Leirvík.
Við veitsludøgurðan vórðu mong góð orð borin millum norðmenn og føroyingar og seinni um kvøldið, tá ið barrin læt upp, vóru tey ikki færri ? og lagið ikki verri.
Livandi tónleikur var. Fólk dansaðu og vóru í góðum hýri.
Bussurin koyrdi omanaftur á Comfort Hotel Bryggen um 01.30-tíðina, men tey vóru mong, sum komu omanaftur seinni um náttina í hýruvognum, sum norðmenn syrgdu fyri koyrdu eftir ynski frá føroysku gestunum.
Jú, hetta var ein virðilig og minnilig veitsla, nú nýggjasta skipið í føroyska fiskiskipaflotanum, Finnur Fríði, er navngivin og ætlandi setir kós úr Noregi til Føroya beint fyri jól.
Teir av manningini, sum hava verið í Noregi eina tíð - og teir, sum komu við yvir við leiguflogfarinum, vera verandi í Noregi og koma heimaftur við skipinum.