Stórur ídnaðartrolari afturat í føroyska flotan

Faromar við Johan Dahl hevur fingið tilksøgn um innflutningsloyvi til ein ídnaðartrolara úr Írlandi. Talan er um eina roynd í tvey ár

Fiskiskapur

Nú kemur ein stórur ídnaðartrolari afturat í føroyska flotan.
Tað er felagið Faromar við Johan Dahl, sum hevur fingið tilsøgn um innflutningsloyvi til ein ídnaðartrolara.
Talan er um trolaran Veronicu og sum skilst, er hann úr Írlandi.
Á Fiskimálaráðnum verður váttað, at tilsøgnin um innflutningsloyvi er givið.
Andrass Kristiansen sigur, at tilsøgninn um innflutningsloyvi er givið sum ein roynd í 2003 og 2004.
Hann sigur, at trolarin skal fiska svartkjaft, umframt at hann fær lut av felagskvotuni av rossamakreli.
Fiskurin skal frystast umborð og leggjast upp í Føroyum.
Á fiskimaálráðnum verður sagt, at føroysk skip hava ikki roynt at frysta svartkjaft og rossamakrel, men nú fáa vit at síggja, hvussu tann royndin eydnast.

Kennir lítið til tað
Atli Hansen, formaður í felagnum nótaskip, sigur, at hann kennir so lítið til hesa ætlanina, at hann hevur onga viðmerking.
Men higartil hevur ongin liva av at hesum fiskiskapinum, sum Veronica skal troyta.
Men felagið hevur ikki hildið at tað var heppið at fáa fleiri skip í nótaflotan.
? Tað kann ganga so leingi, fiskiskapurin er fríur, men í tí løtu, kvota verður sett á svartkjaftin, verður ov lítið í part, serliga tí kvotan av bæði sild og makreli eru minkað.
Tó hava myndugleikar eisini hildið, at tað hevur verið rætt at fáa fleiri skip fyri at tryggja okkums øgulig rættindi, tá ið kvota verður sett á.
Annars heldur hann, at tað eru ongi útlit til at londini fara at semjast um at seta kvotur á svartkfaftin.
Hann vísir eisini á, at gongdin hevur verið nógv frægari enn fiskifrøðingarnir spáddu. Hesi seinastu árini hava teir mælt til at fiska 650.000 tons og okkurt árið var tilmælið heilt niðri á 450.000 tonsum.
Í fjør vórðu 1,8 millión tons fiskað og tað hevur ongantíð verið meiri til enn tað sama.
Atli Hansen sigur at í fjør brúktu føroyingar eini 350.000 tons av svartkfjafti. Føroyskir myndugleikar ásettu føroyskum skipum eina kvotu uppá 200.000 tons av svartkjafti og tað er ikki meir enn skipini, sum nú eru, hava brúk fyri, tí tað gevur 25.000 tons í part.
Restin varð brúkt at lata øðrum londum afturfyri fiskirættindi í fremmandum sjógvi.

Royna at fáa meiri burturúr
Johan Dahl váttar, at teir í løtuni samráðast við írar um ídnaðartrolaran, Veronicu.
Í stuttari viðmerking sigur hann, at enn eru samráðingarnar ikki lidnar, so hann veit ikki hvat úrslitið verður.
Eitt nú er ikki greitt um trolarin verður leigaður ella keyptur.
Men fæst ein semja við írar, kemur trolarin helst í næsta mánað.
Johan Dahl sigur, at talan er um spennandi royndir fyri at vita um tað ikki ber til at fáa meiri fyri svartkjaftin til matna og rossamakrelin, sum at kalla ikki verður gagnnýttur í løtuni.
Trolarin tekur 3.000 tons á plattum og hann klárar at frysta 200 tons um døgnið.
Einie 35-40 mans verða við skipinum