Tá tilboðini vóru latin upp, vóru í alt 25 tilboð innkomin frá fyritøkum, sum bjóða seg fram at verða partur av verkætlanini. Haraftrat vóru tvey heildartilboð uppá alla arbeiðstøkuna.
Til byggibúgvingararbeiðið komu seks tilboð - sjey tilboð uppá bygningsarbeiðið, sjey tilboð uppá tøkniinnleggingar og fimm tilboð uppá el-innleggingar.
Feløgini, sum áttu lægstu tilboðini, vóru hesi:
RTS: 4.728.683,00
MTH: 41.460.949,12
Signar Kalsberg: 5.797.633,22
EL-IN: 2.874.628,19
Í alt: 54.861.893,53
Metingin áðrenn lisitatiónina var 55 milliónir krónur fyri verkætlanina, so sigast má, at metingin lá sera nær innkomnu tilboðunum.
Tað var annars á býráðsfundi 17. mars í 2016, at Klaksvíkar býráð einmælt samtykti at játta sín part av kostnaðinum fyri nýggja Húsarhaldsskúla Føroya. Tá varð samlaða kostnaðarmetingin fyri skúlan 30 mió. kr. +mvg.
Nú ferð arbeiðið í gongd við at nærlesa tey innkomnu tilboðini, fyri síðani at koma aftur við einum tilmæli um, hvør fær arbeiðið.
##med2##
Hesa myndina hevur FuglArk gjørt, sum hevur verið høvuðsráðgevi fyri verkætlanina kring nýggja Húsarhaldsskúlan. Myndin lýsir, hvussu bygningurin kemur at liggja í lendinum