Í dag og í morgin verður dansiskeið í fimleikarhøllini í Tofta skúla, har undirvíst verður í vanligu veitsludansunum. Tað er Anna Kirstin Thomsen, sum stendur fyri skeiðunum, og hon fer at undirvísa í foxtrot, quickstep, rock?n roll, valsi og line-dans, sum hesir dansir verða róptir.
Skeiðið er bæði fyri børn, ung, eldri, einstaklingar, nýbyrjarar ? og eisini fyri dansarar, sum eru eitt sindur royndir.
Í dag klokkan 16 verður lagt fyri við børnum úr 3., 4. og 5. flokki, klokkan 18 verður linedansur fyri ung og eldri, og klokkan 19.45 í kvøld verða tað eisini ung og eldri, sum fáa undirvísing í enskum dansi.
Morgindagurin byrjar longu klokkan 11.30, tá tað aftur verða børn úr 3., 4. og 5. flokki, sum fáa frálæru í dansispølum og rock?n roll.
Klokkan 13.15 eru tað ung og eldri við linedansi, og klokkan 15 eisini ung og eldri við enskum dansi.
Dansiskeiðið kostar 75 krónur fyri børn og 150 krónur fyri vaksin.
Tað er Kunningarstovan í Saltangará og Jóhanna Petersen, lærari við Tofta skúla, sum taka ímóti tilmeldingum.
Sum skilst, er stórur áhugi fyri hesum tiltaki, og Jóhanna Petersen sigur, at fólk, ið enn ikki hava meldað til, eru vælkomin at møta til venjingarnar.
- Vit hava eina stóra og góða fimleikarhøll, og her er nógv pláss, sigur hon.