Seinastu tíðina hava vit sæð eina stóran vøksturí ferðavinnuni í Føroyum og tað koma fleiri ferðafólk til Føroya enn tað hava gjørt fyrr.
Ferðafólkini vilja sum oftast sleppa at uppliva oyggjarnar og síggja hvat vit hava at bjóða teimum. Hetta setir krøv til okkara og millum annað tí er ein ferðaleiðaraútbúgving sett á stovn á Miðnám í Vestmanna.
Áhugin er eisini stórur fyri útbúgvingini. Sambært tíðindaskrivi frá skúlanum eru tað 63, ið hava søkt um at sleppa at útbúgva seg sum ferðaleiðara. Hetta var tá freistin var úti seinasta mánadag.
Tað er einans pláss fyri 24 í fyrsta umfari, so tað eru nógv, sum ikki sleppa inn hesaferð.
Nýggja skeiðið er umleið 200 undirvísingartímar samanlagt, har umleið tveir triðingar eru ástøðilig undirvísing, meðan seinasti triðingurin er skipaður sum vistarskeið, vitjanir og túrar.