.
Wilhelm Petersen dugir ikki at siga, hvussu nógv er teknað longu, men hann hevur góðar vónir um, at tiltakið fer at eydnast væl. Teknast skulu í mesta lagi 26,6 mill. kr. Av hesum hevur fyritøkan longu fingið lyfti frá peningastovununum oø., at tey vilja standa fyri 15 mill. kr. um hetta verður neyðugt. Fyrst og fremst verða tað føroyingar sum heild, sum fáa høvið at tekna partapening.
Fær Atlants Kolvetni ta undirtøku, sum dyrgt verður eftir, so fer felagið at hava ein eginpening uppá 55 mill. kr. Sammett við donsk viðurskifti vil tað vera eitt felag við einum eginpeningi uppá einar 5,5 mia. kr. Tað vil svara til eitt felag sum tað danska Dong fyri at taka eina samanbering frá oljuog gassverðini.
Tað er eisini greitt, at við 55 mill. kr. í eginpeningi, verður føroyska oljufelagið ein tann peningasterkasta fyritøkan í landinum hvat eginpeningi viðvíkur.
Men hvørja trygd hava fólk so fyri at fáa nakað burtur úr við at seta pengar í felagið spurdu vit Wilhelm Petersen?
-Tey hava sjálvandi onga vissu fyri at fáa nakað burtur úr. Tað veldst alt um, um nøkur olja verður funnin. Men hinvegin er vágin at kunna missa pengarnar, verður eingin olja funnin, evarska lítil. Bert ein brotpartur av eginpenginum verður mistur, um boring einki úrslit gevur. Avtalan við The Faroes Partnership er eisini skrúvað soleiðis saman, at verður olja funnin so hevur felagið og harvið partaeigararnir møguleika at fáa størri part av køkuni enn tað teir uppruna-liga settu seg fyri. Man kann siga, at hetta líkasum er gula-rótin. Tá kann tað nevniliga gerast góð forrætning at eiga partabrøv í felagnum sigur Wilhelm Petersen, sum eisini sær partafelagstekningina sum nakað nýtt í Føroyum og nakað, sum kann geva øðrum íblástur til líknandi stig.
Tað eru teir báðir stóru peningastovnarnir, Føroya Banki og Føroya Sparikassi, sum taka sær av sjálvari tekningini. Fólk kunnu venda sær til teir og eisini hinar smærri peningastovnarnar, um tey vilja keypa partabrøv í oljufelagnum.