Fyrra undankappingin í FM-liðkappingini fyri skúlaungdóm 2006 varð telvd Dýrabiðjudag á Oyrarbakka.
Telvað verður um FM-heitið fyri skúlanæmingar í 5. flokki og eldri og 4. flokki og yngri, og liðini eru mannað við 4 telvarum, umframt við upp til 2 skiftistelvarum á hvørjum liði.
Heili 21 lið møttu til kappingina, og tað svarar til umleið 100 ungdómar, tá skiftistelvarar verða roknaðir við. Hetta er munandi framgongd í mun til undanfarna ár, sigur Talvsamband Føroya.
Kappingin fekk eina veruliga og stak hugaliga innspræning av nýggjum kreftum. Heili 30 telvarar av Sandoynni møttu upp. Teir komu úr Skálavík, av Sandi og úr Skopun. Og javnt er býtt millum gentur og dreingir!
Hildið verður, at tað er ungdómsarbeiðið hjá talvráðgevanum, Mogens Nielsen, sum av álvara byrjar at síggjast aftur. Sandoyggin er ivaleyst eisini talvoyggin nr. 1 í løtuni, men eisini Sundalagið styrknar í hvørjum. Á fyrsta sinni luttóku børn úr Haldarsvík. Og her eru fleiri væntandi til komandi kappingar eisini úr Tjørnuvík.
Havnin var best
Í aldursbólkinum 5. flokkur og eldri lat Havnin ongan iva vera um, at sigurin var teirra. Roynda liðið við Hjalta Toftum Jógvansson, Margar Berg, Heiðriki Jacobsen og Jaspur Enghamar snávaði bert í tveimum talvum í kappingini og vunnu allar dystirnar ímóti hinum liðunum.
Hinvegin varð talan um spennandi kapping um 2. og 3. plássið. FM vinnararnir frá 2005, Klaksvík, dró longra stráðið um 2. plássið í harðari kapping við Sandavág. Liðini høvdu vunnið eins nógvar dystir, men Klaksvíkin megnaði at vinna fleiri talv. Kollafjørður hevði eina góða kapping og otaði seg at 3. plássinum, tó at teir gjørdist ov stuttir tá samanumkom.
Spennandi kapping
Í aldursbólkinum 4. flokkur og yngri, gjørdist talan um eina sera spennandi og javna kapping um plaseringarnar. Kappingin stóð ímillum Sandavág, Rók, Klaksvík og Skopun. Avgerðin um 1. plássið fall í seinasta umfarinum, tá Klaksvík og Sandavágur møttust. Dysturin endaði við teprum sigri til Sandavág. Harvið hevði Sandavágur vunnið allar sínar dystir, meðan Rókur, Klaksvík og Skopun høvdu vunnið 3 hvør.
Avgerðin um 2. og 3. plássið varð síðani avgjørt við, hvør hevði flest vunnin talv, og her hevði Rókur munin. Hugaligt og sera flott av Skopun at teir gera vart við seg í fyrstu FM-royndini, nú hesir eru óroyndir í hesum høpinum. Eisini gott úrslit hjá Vestmanna FM vinnarar 2005 nú nýggjar kreftir eru settar við og teir meiri royndu unglingarnir eru fluttir í eldra aldursbólkin. Kollfirðingar stóðu seg somuleiðis væl. Gullvinnararnir úr Sandavági vóru mannaðir við Hørdi Johansen, Jóannes A. Nielsen, Sølva Egilsson, Janusi Egilstoft Nielsen og Høgna Egilstoft Nielsen.
Seinna FM kappingin verður í Klaksvík 25. mai kl. 12.30, meðan finalan verður í Skopun 5. juni.
Onki er til hindurs fyri, at luttaka í seinnu kappingini og í opna bólkinum í finaluni, hóast ikki varð luttikið í fyrstu kappingini.
FM í talvi fyri skúlanæmingar
5. flokkur og eldri: Stig/vunnin talv
1. Havnin (24) (30)
2. Klaksvík (19) (24)
3. Sandavágur (19) (21)
4. Kollafjørður (15) (18)
5. Rókur (a) (12) (13)
6. Vestmanna (a) (9) (14)
7. Vestmanna (b) (6) (10)
8. Skopun (3) (4)
9. Haldarsvík (0) (1)
4. flokkur og yngri: Stig/vunnin talv
1. Sandavágur (12) (12)
2. Rókur (9) (11)
3. Klaksvík (9) 10)
4. Skopun (a) (9) (8)
5. Kollafjørður (6) (9)
6. Vestmanna (6) (8)
7. Havnin (5) (7)
8. Skálavík (4) (5)
9. Sandur (c) (4) (4)
10. Sandur (a) (3) (6)
11. Sandur (b) (1) (3)
12. Skopun (b) (0) (1)