Stórur hugur at leita

Áhugin millum útlendsk oljufeløg at leita eftir olju á norska landgrunninum hevur ongantíð verið so stórur sum í ár, skrivar Aftenposten.

Í 2002 komu fimm nýggj feløg inn á norska landgrunnin at leita eftir olju. Tað var tað sama sum í 2001. Í ár søktu tíggju nýggj feløg um leitiloyvi, og sjey teirra fingu játtandi svar. Tríggjar umsóknir eru ikki liðugt viðgjørdar enn. Feløgini, sum hava fingið loyvi í ár, eru Gaz de France, BG Group, Talisman, Andarko, Mærsk Olie, Revus Energy og Ruhrgas. Tey trý, sum ikki hava fingið svar enn, eru Oranje Nassau, Sumitomo og Acorn.

Einar Steensnæs, oljumálaráðharri, væntar, at uppaftur fleiri útlendsk feløg fara at bjóða seg fram á norsku oljuøkjunum. Hann væntar, at áhugin verður stórur, tá 18. útbjóðingarumfar verður. Har er talan um ikki færri enn 90 øki, og millum teirra eru nøkur í Norðsjónum, sum eru sera áhugaverd, sigur ráðharrin.