Tað er í kvøld, at føroyska A-landsliðið hjá monnum skal takast við sponsku heimsstjørnurnar í EM- undankappingini. Tað kemur eisini at seta sín dám á FM1 í dag.
Byrjað verður longu klokkan 15, tá Sportboxin er á skránni. Í fyrra tímanum verður áhugaverd samrøða við landsliðsspælaran, Rógva Baldvinsson. Hann arbeiðir til dagligt sum útvarpsvertur í norskum útvarpi. FM1 og Heri Simonsen hava verið og vitjan Rógva Baldvinsson, meðan hann hevur morgunsending.
##med2##
Eisini verður vinnarin funnin í oyggjaleikakappingini, har ein vinnari sleppur til oyggjaleikarnar á Gibraltar í summar. Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, kemur í studio. Í seinna tímanum verður Fótbóltspanelið, har Teitur Joensen og André Olsen verða millm gestirnar. Her verður landsliðið greinað og hugt verður eisini eftir mótstøðuni.
##med3##
Frá klokkan 18 verður upptakt av Tórsvølli. Her verður millum annað ein samrøða við Jens Kristian Hansen, sum skoraði móti Spania í 3-1 ósigrinum í Gijón í 1997. Eisini verður einasti spaniólin í føroyskum fótbólti, Pedro Taracon Anton, gestur á FM1. Hann er millum annað vinmaður við Daniel Parejo, sum er liðskipari hjá Valencia og umboðaði Spania á tíðindafundinum í gjár.
##med4##
Í upptaktini verður eisini tosað við umboð fyri Fótbóltssambandið, Tórsvølli og Oddbjørn Joensen verður taktiska eyga í studio. Eisini hevur FM1 vitja á Sernámi har fótbóltur spælir ein stóran leiklut. Frá klokkan 19.30 verður beinleiðis frásøgn frá landsdystinum. Aftaná verður tikið samanum dystin og send beinleðis frá “Mixed Zone”, har spælarar og venjarar koma.
Fakta:
15-17: Sportboxin
18-19.30: Upptakt av Tórsvølli
19.30-21.45: Beinleiðis frásøgn Føroyar-Spania
21.45-22.30: 3. Hálvleikur beinleiðis av Tórsvøll
##med5##