Ætlanin við felagnum er kanska fyrst og fremst at ættleiðingarforeldur skulu fáa høvi at hittast og tosa saman. Til dømis er tað soleiðis, at tá ein kvinna hevur átt, skipar heilsusjúkrasysturin fyri, at hon kemur í ein mammubólk. Onki líknandi tilboð er til ættleiðingarforeldur, og tí vóru vit nøkur, ið sjálv tóku stig til ein slíkan bólk fyri nøkrum árum síðani. Øll, ið hava verið við, hava havt sera stóra gleði av tí, og tað prógvar jú, at tørvurin er har. Og sjálvandi er hann tað. Kanska í enn størri mun enn annars, tí støðan hjá ættleiðingarforeldrum er jú serlig á so nógvum økjum, sigur Annika Marr Poulsen.
Upplýsing
Ein onnur týdningarmikil uppgáva hjá felagnum verður at upplýsa um møguleikarnar at ættleiða, hvussu tú ber teg at við at søkja og hvussu ættleiðingargongdin fer fram. Vit hava leingi undrast yvir, at beinanvegin tað verður staðfest, at eitt par ikki kann fáa børn, fáa tey tilboð um ísáðing, oftast uttan at ættleiðingarmøguleikin yvirhøvur verður nevndur. Tú sært heldur ikki faldarar um ættleiðing liggja í bíðirúminum hjá læknanum ella á apotekunum.
Vit siga ikki, at ættleiðing er betri enn nakað annað. Tað má verða upp til fólk sjálvi at avgera. Men tað kunnu tey bara, um tey fáa nøktandi upplýsingar um tann møguleikan, og tað meta vit ikki, at tey fáa sum er, sigur Annika.
Vit eru í løtuni í ferð við at gera ein faldara og eina heimasíðu, har fólk kunnu fáa hesar upplýsingar. Til dømis er tað rættiliga trupult at finna tilfar um ættleiðing á bókasavninum, tí tilfarið ikki er skipað undir einum bólki. Á heimasíðuni er tí ætlanin at hava eitt yvirlit yvir bøkur um evnið saman við upplýsingum um ættleiðingartreytirnar og reglurnar, sum eru galdandi, alt eftir hvørjum landi, barnið kemur frá. Harumframt eru vit í ferð við at skipa ein lista yvir nøvn og telefonnummur á fólki her heima, tú kanst seta teg í samband við.
Tey ungu
Sum so, eru ættleidd børn ikki so nógv annarleiðis, enn onnur børn, og okkara ætlan er ikki at seta fokus á tey, sum nakað heilt serstakt. Hinvegin vísir tað seg, at tá ætttleidd børn koma í pubertetin, fáa tey ofta nakrar eitt sindur øðrvísi trupulleikar. Sum onnur ung byrja tey eisini at ríva seg leysan frá foreldrunum, men tey fáa ofta ringa samvitsku og skuldarkenslu av tí. Tað kundi verið eitt evni, vit tóku upp, soleiðis at tey fingu høvi til at práta við onnur ættleidd ung um hesar kenslur.
Ein av stigtakarnum til felagið er sjálv ættleidd. Hon er vaksin nú, eigur sjálv børn og veit alt um, hvussu tað er at vaksa upp sum ættleidd. Eg ivist ikki í, at nógv ung og teirra foreldur høvdu havt gleði av at práta við hana um ymiskt, sum hendir á lívsleiðini hjá einum ættleiddum, sigu Annika.
Fjølbroytt skrá
Stigtakarnir hava sett saman eina sera fjølbroytta skrá til fundin næsta leygardag. Millum annað fer Hans Mourits Foldbo, sálarfrøðingur, at tosa um ymiskt viðurskifti, ið ofta merkja tey fyrstu árini hjá ættleiddum børnum. Bjarta Vilhelm, leiðari fyri heilsusjúkrasystrarnar, er ein av teimum, sum kemur fyrst inn í myndina eftir at eitt ættleitt barn kemur til Føroyar, og hon fer at tosa um, hvussu tað gongst teimum víðari í skúlalæknaskipanini.
Eisini fer Maud Heinesen, lærari, at lesa eina stuttsøgu, hon sjálv hevur skrivað út frá sínum egnu royndum við at ættleiða eina dóttir.
Stovnandi fundurin hjá ættleiðingarfelagnum verður í leguhúsinum í Nesvík leygardagin 3. apríl kl. 9.
Enn ber til at tekna seg hjá Anniku tlf. 31 06 49 ella Nitu tlf. 31 27 05