Juni mánaði í ár gjørdist góður hjá Vága Floghavn samanborðið við juni í fjør.
Í juni í ár komu 36,657 ferðafólk umvegis Vága floghavn í mun til 29,422 somu tíð í fjør. Tað er ein vøkstur á næstan 25%.
Higartil í ár eru 149,272 ferðafólk komin og farin umvegis Vága floghavn, ið er ein vøkstur á 18,000 ferðafólk ella góð 13%, í mun til 2016.