Í yvirliti, sum Taks hevur gjørt, sæst, at nevndu kommunur hava fingið millum 15 og 20 prosent meira inn í skattainntøkum fyrstu fimm mánaðirnar í ár í mun til somu tíð í fjør.
Sands kommuna hevur fingið 20,03%, Skúvoyar kommuna 18,30%, Hvannasunds kommuna 17,74%, Hovs kommuna 16,52% og Sunda kommuna 15,63% meira í skattainntøkum higartil í ár.
Hyggja vit eftir teimum stóru kommununum, so hava tær eisini fingið meira inn í skatti. Tórshavnar kommuna hevur fingið 7,12% meira inn í skatti og Klaksvíkar kommuna hevur fingið 8,61% meira inn í skatti fyrstu fimm mánaðirnar í ár.
Tilsamans hava kommunurnar fingið 8,63% meir inn í skattainntøku fyrstu fimm mánaðirnar í ár. Tað svarar til 65,2 milliónir krónur.
Tað er bara ein kommuna í landinum, Fugloyar kommuna, ið hevur fingið minni inn í skatti, higartil í ár. Har er minkingin 15,19%.
Tað er eisini komið meira inn í landsskatti higartil í ár. Har er vøksturin 61,9 milliónir krónur, og tað svarar til 9,75%. Kirkjuskatturin er hækkaður 20,40%.