Stórur vandi fyri skipsvanlukkum við Grønland

Hvørt summar vitja fleiri stór ferðamannaskip í Grønlandi, og tað er ikki vandaleyst. Tí fer danska sjóverjan at senda tvey skip til Grønlands næsta summar, so tey kunnu vera á varðhaldi.

Ovastin á støðini í Grønnedal, Henrik Kudsk, ásannar í samrøðu við Politiken, at Grønland er so stórt, at sjóverjan kann ikki vera allastaðni.

Jan Bøgsted, kommandørkapteynur, sigur við blaðið, at spurningurin er ikki, um ein vanlukka hendir, men nær hon fer at henda. Hann leggur afturat, at ferðamannaskipini eru als ikki útgjørd til at sigla ímillum ísfjøll.

-Skipini eru ikki nóg sterk, og tey hava bara opnar bjargingarbátar, sigur hann við Politiken.

Seinasta summar vitjaðu 36 ferðamannaskip í Grønlandi.