Stórur vandi fyri toskinum undir Føroyum

- Vandi er fyri, at toskurin longu um tvey ár er komin niður á sama støðið, sum hann var á fyri 12-13 árum síðani. Og tað er tað ringasta, vit vita um, sigur Fiskirannsóknarstovan

Stovnsmetingar
 

- Toskaskastovnurin undir Føroyum er í minking. Og sum støðan er nú, er vandi fyri at hann longu í 2006,  kemur niður á sama støði sum í 1991 og 1992. Og hetta er tað minsta, vit vita um. Fiskirannsóknarstovan rópar aftur varskó.
Í tilmælinum, sum hon hevur júst hevur latið landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um fiskiskapin komandi ár, ávarar Fiskirannsóknarstovan um støðuna.
Hon sigur, at sum støðan er nú, er tað neyðugt at minka munandi um veiðitrýstið á tosk á Landgrunninum.
- Hetta kann gerast við at skerja dagatalið hjá teimum skipabólkum, ið mest fiska tosk, at minka kvoturnar av toski hjá lemmatrolarunum, og/ella at steingja leiðir.
Rannsóknarstovan sigur somuleiðis, at toskastovnurin á Føroyabanka er í minking. 
­­- Dagatalið vaks nógv í 2003 til umleið tvær ferðir so nógv sum tað var í miðal í 1996-2002.
So stóra roynd tolir toskurin á Føroya Banka ikki og tí er eisini neyðugt at skerja dagatalið á Bankanum munandi.
Hinvegin heldur Fiskirannsóknarstovan, at stovnarnir av hýsu og upsa eru oman fyri miðal og sum veiðitrýstið er nú, fara teir at halda sær har.
- Veiðitrýstið er tó í hægra lagi, serliga fyri upsa, og rættast hevði eisini verið at minka dagatalið her.
 
Ein vansi við dagaskipanin
Fiskirannróknarstovan vísir á, at í nógvar mátar er dagaskipanin skilagóð, serliga við atliti til útblaking.
- Men skipanin hevur tann vansa, at við støðugu framgongdini í tøkni, er neyðugt alsamt at minka um dagatalið fyri at halda veiðusetningin.
Sum manningin á Fiskirannsóknarstovuni er nú, ber ikki til at at eygleiða fiskiskapin so neyvt, at árligi vøksturin kann skrásetast so hvørt.
- Vit hava tí bert stovnsmetingarnar at halda okkum til, og har sæst m.a., hvussu gongdin í veiðutrýstinum er. 
Fiskirannsóknarstovan sigur, at verður hildið fast um sama dagatal í fleiri ár, verður okkurt ár neyðugt at taka dagatal av fyri fleiri ár í senn.
- Og tá verður niðurskurðurin tá so stórur, at skip og bátar fara at hava stórar trupulleikar at laga seg til minkingina.