Karmarnir í Mentanarhúsinum á Islandsbrygge vóru góðir, hølini vælegnaði og catwalkurin var væl plaseraður, soleiðis at øll sóu alt. Tó virkaði upplivingin heldur ørkymlað. Tað var so trupult, at síggja nær ein mótasýning endaði og nær ein onnur byrjaði, at sjálvt frásøgumaðurin tók feil onkuntíð og aðrar tíðir noyddist at renna afturum og spyrja. Skiftini kundu verið markera við tónleiki. Eisini hevði tað virkað betur, um hvør mótasýning hevði eitt liðugt tónleikabland, soleiðis, at tað ikki var stilt millum hvørt lag.
Modellirnar vóru eisini av sera ymiskari góðsku, nakrar vóru frálíkar, meðan aðrar smáprátaðu á catwalkinum, heilsaðu uppá vinir og kenningar millum áskoðararnar, gloymdu tí annars sera einføldu koreografiina og enntá sungu við til tónleikin. Sniðini vóru eisini av ymiskari góðsku, og man mátti t.d. spyrja seg sjálvan, hví eitt virkið sum Sirri luttekur, tá tað bert er fyri at staðfesta, at sniðini hjá teimum als ikki hava flutt seg seinastu nógvu árini.
So vóru tað eisini prísmerkini Sirri, Borgnyardóttir Sp/f og Tøting vístu eina sera lunkaða luttøku, við at lata snið síni fara á catwalkin við stórum merkisseðlum á. Tað ger man bara ikki!
Men so vóru tað eisini nøkur av sniðunum, ið vóru so frísk og áhugaverd, at tað taldi nógv upp fyri heildarupplivingina, t.d. sniðini hjá Borgnyardóttir, partar av tí hjá Tøting og hjá Vivi Dam Anderssen.
Eisini vóru smykkurnar, ið Vígdis Petersen stóð fyri frálíkar, tær prýddu modellirnar undir allari sýningini og stóu sera sterkar.