Veðurlagsbroytingarnar kunnu elva til ovurhonds stórar vanlukkur, sum serliga kunnu raka teir størstu býirnar í heiminum Eydnast tað ikki at tálma avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum, kann tað fáa ovurstórar avleiðingar fyri fleiri milliónir fólk í heimsins størstu býum, sigur ST í einari nýggjari ávaring.
John Holmes, varaaðalskrivari, segði í einari røðu í gjár, at tann veksandi hitin á jørðini fer at elva til fleiri vanlukkur og verri vanlukkur. Hann segði, at 90 prosent av náttúruvanlukkunum kring heimin í fjør vóru ávirkaðar av veðurlagsbroytingum, og at skaðarnir fóru langt upp um 1.000 milliardir krónur.
John Holmes nevndi, at serliga teir størstu býirnir í heiminum eru komandi vandaøki, tí teir eru úti við strondina.