Á ólavsøku er vanligt, at løgmaður setir út í kortið stóru linjurnar hjá landsins leiðslu fyri næstu tingsetu. Í røðuni fáa vit eitt boð uppá, hvørji stóru málini vera næsta árið.
Í blaðnum í dag hyggja vit eftir farnu tingsetu. Vit rógva aftur á nakað av tí, sum løgmaður boðaði frá í ólavsøkurøðuni seinast, og samanbera tað við førda politikkin farna árið.
Samgongan legði harðliga út eftir løgtingsvalið í oktober 2011. Vit fingu eina skattakollvelting við flatskatti og skatting av eftirlønum við inngjald. Og løgmaður ætlaði í sínum lagi at fáa ríkisveitingina hækkaða við fleiri enn 100 milliónum.
Í somáta var farna tingseta eitt ár, har tingini skuldu stabilisera seg eftir bragligu byrjanina. Vit fingu eitt sonevnt arbeiðsár.
Samstundis tykist andstøðan linkað í kongunum. Hóast vit hava sæð nakrar royndir hjá andstøðuni at trekkja felags front, so var áheitanin hjá Jóannesi Eidesgaard á andstøðuna um at savna seg í ein reyðan blokk, eitt reytt alternativ til borgarligu samgonguna, til fánýtis. Skotin niður av hansara egnu.
Sett eitt sindur á spíssin, so hevur Miðflokkurin í ávísum málum verið størsta andstøðan hjá samgonguni.
Í næstu tingsetu fara vit inn í seinnu helvt av valskeiðnum. Longu nú er fráboðað ein skattareformur. Landsstýrið tvíheldur um at flyta eldraøkið út til kommunurnar, sum ikki vilja taka ímóti uttan hægri blokk enn landið vil lata. Pensjónsnýskipanin manglar enn fleiri element, hóast landsstýrismaðurin í fíggjarmálum við lógini um kravda uppsparing metir seg hava fingið fundamentið upp á pláss.
Og so er tað Skálafjarðartunnilin, ið kann útvikla seg til eitt ideologiskt kjak um alment kontra privat. Alternativini, bæði millum samgongu- og andstøðufólk, gerast alsamt fleiri, nú dagarnir til eitt nýtt arbeiðsár í løgtinginum fækkast.
Í somáta mugu vit reisa spurningin, um landsstýrismaðurin í innlendismálum yvirlivir enn ein lúsing, um hesin verður eins stórur og úrslitið av fólkaatkvøðuni um kommunusamanlegging á Krossmessu í fjør.
Í samrøðu við Sosialin um dagarnar vildi løgmaður ikki útihýsa, at okkurt yvirraskilsi verður í ólavsøkurøðuni hesaferð. Um so verður, fæst sjón fyri søgn, tá okkara høga ting savnast eftir ólavsøkuskrúðgonguna.
Hiðani vilja vit ynskja øllum, høgum og lágum, eina góða ólavsøku.