- Staðið er okkara navn!

Ungdómurin í Vestmanna er nú farin í hernað, tí ein handil í Havn hevur dittað sær at seta navnið Staðið á handilin.

Tað er ikki fallið í góða jørð millum ungdómin í Vestmanna, at ein handil í Havn nú hevur fingið sær navnið Staðið.

 

Tað eru longu fleiri ár síðan, at Vestmanna kommuna skrivaði út kapping um, hvussu táverandi nýggja ungdómshúsið í Vestmanna skuldi kallast.

 

Stívliga 150 uppskot komu inn, og millum hesi vóru tvey uppskot við navninum "Staðið".

 

Tey, sum høvdu skotið hetta navnið upp, vistu ikki av hvørjum øðrum, og tí var tað av berari tilvild, at bæði mæltu til sama navn til ungdómshúsið.

 

Ungdómshúsið í Vestmanna hevur kallast Staðið heilt síðan 2008.

 

- Vit eru í ferð við at savna undirskriftir, sum skulu latast handlinum í Havn, sum hevur tikið okkara navn. Vit fara at heita á tey, sum standa aftan fyri handilin, um at gevast at brúka navnið hjá okkum.

 

Ungdómurin í Vestmanna sigur, at um handilin í Havn ikki fer at gera eftir teirra áheitan, fara tey saman við øllum skúlabørnunum í Vestmanna at taka onnur stig.