Stadivekk er eingin neyðtøka, men natúrlig útvikling

Eg veit ikki, hvussu ofta eg skal ”siga” tað: Tá føroyskt hevur verið ávirkað av donskum gjøgnum øldir, slepst ikki undan, at nøkur orð eru komin uppí málið. Mann sigur hesi orð heilt natúrliga, sum vóru tey ein partur av málinum, og tað eru tey jú eisini!

”Stadivekk” er eingin neyðtøka, men natúrlig útvikling. Eitt annað orð, sum eisini er vorðið føroyskt, men við donskum uppruna, er ”snedugt”. Tað stuttliga við hesum orðinum er, at tað er komið úr donskum, men hevur broytt týdning. Á donskum merkir ”snedig” jú ”snildur”, meðan tað á føroyskum merkir ”løgin, løgið” (um vit skulu brúka eitt ”rætt” føroyskt orð). Latum okkum góðtaka tað!

Fólk snakka/skriva bara ”rætt” føroyskt, tá tey hava hugsað seg um. T.d. tá tey skulu hava framløgu av einhvørjum. Tað natúrliga, sum kemur fyrst fram í hugaheiminum, er jú ”danskt” og ”skeivt”. Mann skuldi trúð, at danskt var skitið, men eg haldi, problemið er, at Føroyar hava verið undir donskum valdi so leingi. So vilja vit viska danskt út! Men í veruleikanum ber tað ikki til. Tað hevur sett seg fast og har verður tað sitandi!

Vit snakka føroyskt fyri tað, um nøkur orð úr donskum hava sett seg fast. Sjálvandi snakka vit ikki danskt!

Og móðurmál, tú ert ávirkað av donskum. Tað gerst ikki við!

Eg ani ikki, hvussu dagurin eitur
og við ongari kvøðu
men vinarliga

Hanna P. Vang

p.s.?"Hatta orðið hoyrir tú hvønn einasta dag" Hetta er nóg mikið prógv um, at orðið (stadivekk) er vorðið føroyskt.Tá føroyingar brúka tað hvønn dag, fleiri ferð um dagin, kann mann ikki siga annað enn, at tað er føroyskt.