- Miðbýurin í Havn er vorðin eitt stórt pizzaria!
Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn, og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð, er ikki sørt speiskur í morgun.
Gamla kondittaríið í Havn hevur verið til sølu, og nú um vikuskiftið frættist, at tað skal verða eitt pizzaria.
Hetta harmar býráðslimin, tí hann heldur, at nú er tað ov nógv av tí góða.
– Tað er øgiliga keðiligt fyri miðbýin, at kondittaríið ikki verður brúkt til annað enn eitt pizzaria, heldur hann.
– Tað gevur einki lív í miðbýin so leingi vit fylla miðbýin við pizzahúsum, náttklubbum og skrivstovum, leggur hann afturat.
Hann vísir á, at eftir vanliga arbeiðstíð er býurin steindeyður, til lív kemur í aftur seint á kvøldi og um næturnar.
Tí hevði hann vónað, at kondittaríið fór at verða brúkt til okkurt annað. Ikki minst hevði tað dámt honum, var tað latið upp aftur við tí virkseminum, sum var í gomlum døgum.
– Góða, gamla kondittaríið dró nógv fólk oman í miðbýin, sigur hann.
Hann ásannar, at treytirnar fyri at hava virksemi í miðbýnum eru rættiliga lagaligar, og tí fáa tey neyvan gjørt nakað við, at kondittaríið nú verður pizzaria.
Men hann ætlar at taka málið upp í býráðnum um at fáa ferð á ætlanina at fáa lív í miðbýin og at skipa hann betri.
Eitt nú heldur hann, at tað hevur sera stóran týdning at fáa ætlaða parkeringshúsið á Vaglinum til einar 80 bilar gjørt.
Tað, sum okkum tørvar í miðbýnum, er virksemi, sum hevur við handilslív, mentan og list, men parkeringsviðurskiftini eru ein stór forðing fyri tí sigur Tróndur Sigurðsson.
Men hann heldur eisini, at býráðið skal leggja størri orku í at miðsavna alt virksemi í bygningin hjá BankNordik, sum varð keyptur til endamálið.
Og so skal kommunan annars selja sínar ognir í miðbýnum, men tað skal vera við treytum um, hvat tey kunnu brúkast til – og á tí listanum skulu pizzaria og náttklubbur ikki standa.
|