Komandi dagarnar fara tríggir av kendu sangfuglum okkara at syngja í Hoyvíkar kirkju. Fyrsta konsertin verður sunnudagin klokkan 16 við fuglfirðinginum Stanley Samuelsen, sum er búsitandi í Danmark. Hann fer at syngja nakrar kenda sangir, millum annað onkrar jólasangir.
Mikukvøldið klokkan 19 verður onnur jólakonsertin hesa vikuna, tá Linda Andrews fer at vitja. Hetta er partur av størri konsertferð, har hon skal syngja í sjey ymiskum kirkjum.
Leygarkvøldið í næstu viku klokkan 19:30 verður ein útgávukonsert við Ovin Klein Olsen. Hann var í Hoyvík fyrr í ár, og er nú aftur, hesaferð við eini spildurnýggjari fløgu.
Hann hevur gjørt løg til sangir hjá Kjartan Stakksund á Eiði og Hjørleif Gaard í Kollafirði, og verða teir nú framførdir á fyrsta sinni í komandi viku.
Við allar konsertirnar verður høvið hjá fólki at geva eina gávu til kirkjuna.