Stanley og dótturin imponera

Stanley Samuelsen og dótturin Astrid góvu í september út EP við sangum hjá George Harrison, sambært guitaren.dk vekja teirra tulkingar nú ans millum George fjepparar.

Stanley Samuelsen og dótturin Astrid góvu í september út EP við sangum hjá George Harrison, sambært guitaren.dk vekja teirra tulkingar nú ans millum George fjepparar.

Tað er serliga lagið Long, Long, Long, ið tit síggja omanfyri, ið hevur vakt ans. Í facebook fjepparabólkinum “For George”, er sangurin lagdur út, og George Harrison fjepparar taka sera væl ímóti sanginum, skrivar guitaren.dk. Onkur metur enntá, at lagið er best Beatles lánilag, ið tey hava hoyrt.

Stanley og Astrid  tulka á fløgu síni fimm løg eftir George Harrison “A tribute to George Harrison”  løgini Long, Long, Long (av útgávuni The Beatles, 1968) Beware of Darkness (av All Things Must Pass, 1970), Here Comes The Sun (av Abbey Road, 1969), So Sad (av Dark Horse, 1974) og Your Love Is Forever (av George Harrison, 1979).

Í summar vóru Stanley og dótturin í Føroyum og spældu í Kaffihúsinum, tann konsertin vísti týðiliga, at hetta er eitt spennandi samstarv.