Obama var bestur í innanríkispolitikkinum, og McCain var bestur í uttanríkispolitikkinum, halda amerikonsku fjølmiðlarnir Tað verður roknað við, at 60 milliónir amerikanarar fylgdu við, tá ið Barack Obama og John McCain í nátt vóru í fyrstu av trimum beinleiðis hólmgongum í sjónvarpi.
Flestu amerikonsku miðlarnir halda ikki, at tað ber til at vísa á annað valevni sum vinnara av hólmgonguni.
Sagt verður at einki óvæntað kom fram í nátt. Báðir vóru teir væl fyrireikaðir, og teir hildu seg til tað, sum teir vóru ílætnir at halda seg til.
Størsta styrkin hjá John McCain er uttanríkispolitikkurin, og har var hann bestur. Størsta styrkin hjá Barack Obama er innanríkispolitikkurin, og har var hann bestur, er niðurstøðan hjá amerikonsku miðlunum. Og tað hevur ikki minst týdning fyri veljararnar, hvat miðlarnir siga, at teir skulu halda.
Tvær beinleiðis hólmgongur afturat verða millum John McCain og Barack Obama, áðrenn amerikanarar týsdagin 4. november fara at gera av, hvør skal loysa George W. Bush av í Hvítu húsunum.