NOREG
Undan 26. og síðsta umfarinum, sum verður á skránni leygardagin, er spenningurin í norskum fótbólti eins stórur, sum hann var undan síðsta umfarinum í føroysku landskappingini.
Sunnudagin vóru Todi Jónsson og liðfelagarnir hjá honum í Start norðuri í Bodø. Flogferðin er tríggjar tímar ella knappliga hálva aðru ferð so leingi, sum tað tekur at flúgva úr Vágum og til Keypmannahavnar.
Úrslitið á Aspmýruni í Bodø var 1-1. Heimaliðið legði seg á odda í 31. minutti. Start javnaði, tá ið tað restaði eitt korter. Todi Jónsson, sum var millum teir fyrstu ellivu og var á vøllinum, inntil tað restaðu átta minuttir, átti næstsíðsta fótin á. Eftir langt útspark frá málverjanum og snittara longri fram á vøllin, tamdi hann og spældi inn um verjuna til álopsfelagan, sum skoraði. Todi hevði í 1. hálvleiki góðan møguleika at leggja Start á odda, men málverjin bjargaði við fótparadu, tá ið Todi sneiddi seg leysan av verjuni og gjørdist einsamallur móti málverjanum og við tveimum mótstøðuspælarum dygst aftanfyri.
Javnleikurin bar við sær, at Bodø/Glimt misti síðsta møguleikan at halda fram í Tippuliguni. Úrslitið bar eisini við sær, at Start tryggjaði sær silvurmerkini. Teir hava 45 stig, og teir á triðja plássinum hava 41 stig.
- Talan er um framúr úrslit, staðfestir Start venjarin, Tom Nordlie, og sipar til, at Start er uppflytari, og at eingin undan kappingarbyrjan roknaði við, at felagið í Kristiansand skuldi vera við í kappingini um heiðursmerkini.
Heldur varð roknað við, at trettan faldu meistararnir úr Rosenborg skuldu kappast við Vålerenga í Oslo um meistaraskapin. Í fjør var kappingin eins spennandi, sum hon nú er tað. Ta ferðina eydnaðist tað Rosenborg at vinna, meðan teir í Vålerenga vóru vónbrotnir, at teir bara fingu silvurmerkini.
Sunnudagin var Rosenborg á Ullevaal í Oslo og spældi móti Vålerenga. Trettan faldu meistararnir vunnu 2-0. Fyrra málið var so stór verjuvilla avVålerenga málverjanum, at mistakið, sum Jákup Mikkelsen gjørdi í Tal-Aviv, var fyri einki at rokna afturímóti! Verjuspælarin í høgru legði aftur, vøllurin tóktist eitt sindur óslættur í brotsteiginum, og íslendski landsliðsmálverjin hjá Vålerenga, Arni Gautur Arason, sum áður hevur vart Rosenborg málið, heilkiksaði, tá ið hann ætlaði at sparka bóltin fram aftur á vøllin. Og so rullaði bólturin í málið!
At Vålerenga tapti, og at Start megnaði eitt stig í Bodø, bar við sær, at bæði Start og Vålerenga undan síðsta umfarinum, sum er á skránni leygardagin, hava 45 stig í part. Start er oddalið, tí teir hava betri málmun, enn høvuðsstaðarfelagið hevur tað. Men munurin er so lítil, sum tað ber til at vera. Málmunurin hjá Start er 46-32, og málmunurin hjá Vålerenga er 38-25. Start hevur altso +14 mál, og Vålerenga hevur +13 mál.
Í síðsta umfarinum skal Start spæla á heimavølli móti Fredrikstad, og Vålerenga skal spæla á útivølli í Skien móti Odd Grenland. Um Vålerenga skal vinna NM, so skulu teir vinna á Odd, og um Start eisini vinnur á Fredrikstad, so skal sigurin hjá Vålerenga vera tvey mál størri, enn sigurin hjá Start verður. Tað kemst av, at um talan verður um sama málmun, so verður Start betri, tí teir hava skorað fleiri mál. Tað ber ikki til at ímynda sær størri spenning - um tað ikki bara er í FORMULA DEILDINI!
Odd Grenland hevur tryggjað sær framhaldandi tilveru í bestu deildini. Fredrikstad er í stórum vanda fyri at flyta niður. Tí kann roknast við, at mótstøðuliðið hjá Start fer at hava meiri at stríðast fyri, enn mótstøðuliðið hjá Vålerenga fer at hava tað. Men teir í Skien søgdu, eftir at teir sunnudagin høvdu megnað 2-2 í Bergen móti Brann, at teir fara at stríðast sum fyri lívinum, tí tað fer at líka teimum ógvuliga væl, um teir kunnu vera við til at gera, at Vålerenga ikki verður meistari!
Vålerenga hevur ikki vunnið NM í 21 ár. At teir skulu megna at skjóta fleiri mál í Skien leygardagin benda úrslitini seinastu mongu ferðirnar ikki á. Í seinastu fimm dystunum, sum eru spældir síðani 13. september, hevur høvuðsstaðarfelagið ikki megnað at skjóta mál!
Leygardagin sær skráin í 26. og síðsta umfarinum í Tippuliguni soleiðis út: HamKam-Brann, Lillestrøm-Molde, Lyn-Bodø/Glimt, Odd Grenland-Vålerenga, Rosenborg-Tromsø, Start-Fredrikstad og Viking-Aalesund.