Starvsdagar á Sambýlinum Oman Hoydalar

Seinnapartin í gjár var hugnaløta á Sambýlinum Oman Hoydalar, tí Jona Vatnsdal og Winnie Múller høvdu 20 og 25 ára starvsdag.

Her er brot úr røðuni, ið Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt á hugnaløtuni.

 

" “Í øllum førum er bæði Winnie og Jona gull verdar fyri sambýlið.” Tað siga starvsfelagarnir um tykkum báðar, tá vit spurdu okkum fyri.

 

Tit, systrarnar báðar, fáa góð skotsmál frá starvsfeløgunum.

 

--

 

Winnie, í 20 ár hevur tú arbeitt her á sambýlinum.  Starvsfelagarnir siga um teg, at tú hevur umsorgan fyri øllum, - bæði starvsfólkum og búfólkum.”

 

Og hugni og umsorgan eru eisini trivnaður á einum arbeiðsplássi. Tí eru tey eisini fegin, tá tú leggur bomm í skápið uppi yvir bakarovninum.

 

Winnie, tey siga, at tú er sum ein hvirluvindur, - so meðan tú rokast til arbeiðis, nært tú eisini at hugsa um at bjóða familjuni til døgurða og ansa eftir ommubørnum í vikuskiftinum. 

 

--

 

Tú altíð syrgir fyri, at øll rundan um teg hava tað gott.

 

Og eisini djórunum vísur tú umsorgan, tí tá tú hevur frí, so ringir tú onkuntíð oman og spyr, hvussu fiskarnir hava tað, og um tey hava minst til at givið teimum at eta.

 

Winnie, eg haldi, at vit kunnu siga, at tú hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá bæði búfólki, starvsfólki og fiskum her á sambýlinum.

 

--

 

Í 29 ár hevur Jona arbeitt her á sambýlinum, og í dag hátíðarhalda vit tey fyrstu 25 árini.

 

Góða Jona, tú er tann, ið hevur arbeitt longst í húsinum, og tú er ein ímynd av sambýlinum.

 

Starvsfelagarnir siga um teg, at tú ger mat við stórum nærlagni, at tú bakar smákøkur og hevur gjørt mangan góðan brunsj.

 

Í tínum starvi er umráðandi at hugsa frameftir og leggja til rættis, tí annars er svangligt. Og tað dugir tú, tí tú syrgir altíð fyri, at vøra er tøk og at onki manglar.

 

--

 

Og vit vita, at matur og ein góður kaffimunnur hevur alt at siga fyri trivnaðin á einum arbeiðsplássi.

 

Tí gleðast tey eisini um, at tær dámar so væl her, at tú eisini kemur at fáa tær ein kaffimunn, tá tú hevur frí.

 

--

 

Góðu Jona og Winnie.

 

Takk fyri tykkara innsats her á Sambýlinum í 20 og næstan 30 ár.

 

Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu fegnist eg um, at starvsfólk í Tórshavnar kommunu trívast væl og longi. Tí royndir og vitan hava stóran týdning, ikki minst innanfyri tykkara starvsøki."

 

Hetta skrivar torshavn.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.