Í grundini eru allir hesir "trupulleikar" ella hvat mann nú velur at nevna tað - ein spennandi avbjóðing er tað í øllum førum - tætt tengdir at hvør øðrum. Eingin ivi er um, at bæði á starvsfólka- og bústaðarøkinum til bæði gomul og brekað, er nógv at heinta við at síggja hesi øki sum eina heild. Vit eru hóðast alt ein lítil tjóð við ikki óavmarkaðum tilfeingi.
Nú, vit hava viðtikið ST sáttmálan um javnrættindi fyri fólk við breki, eru skyldurnar og uppgávurnar hjá avvarðandi myndugleikum nógvar í tali. Ikki minst tá talan er um skyldurnar at gagnnýta verandi tilfeingi sum best. Her er tað so heppið, at tørvurin hjá øllum við niðursettum førleika á nógvum økjum er tann sami, í øllum førum tá talan er um krøv til fysiskar karmar og tørv á fakligum førleika hjá starvsfólkunum, tað verði seg, um talan er um gomul ella ung við breki.
Sum nú er, tykist tað, sum um tað einasta, sum liggur fast á bústaðarøkinum er, at byggingin av traditionellum røktarheimum og sambýlum heldur fram, hóðast tey hvørki eru tíðarhóskandi ella framtíðartryggjaði á tekniborðinum. Í besta føri leggja hesi ikki dent á at skapa møgulleikar fyri búfólkið at vera virkin og í ringasta føri forða tey fyri, at mann kann vera virkin.
Meðni hesi ótíðarhóskandi røktarheim og sambýli verða bygd, ganga árini og bústaðarpakkin, sum hevur verið ávegis í áravís og ætlandi skal skapa hóskandi, fleksiblar bústaðarmøgulleikar til fólk við breki, dregur út.
Onkra staðni skulu fólk, sum orsakað av breki hava tørv á serligum liviumstøðum jú búgva, meðni bíðað verður eftir bústaðarpakkanum. Hvussu búgva hesi so? Jú, tey búgva í nógvum førum í sonevndum sambýlum undir umstøðum, sum vit uttan brek ongantíð høvdu góðtikið. Hvussu nógvar hóskandi bústaðir kundu leiguinntøkurnar, sum tey í áravís hava goldið fyri hesar bústaðir, ikki havt havt fíggjað?
Tað hevði also verið áhugavert at skeitt at, hvat verður gjørt í okkara grannalondum. Har leggja tey seg eftir at byggja og skipa eldra- og brekøkið so, at borgari við niðursettum førleika, uttan mun til aldur, hevur møgulleika at vera so virkin og sjálvbjargin sum gjørligt. Úrslitið verður tá bæði, at lívsgóðskan hjá borgaranum verður betri og tørvurin á røkt og hjálp verður minni.
Fyri nøkrum mánaðum síðan skrivaði Dennis Holm eina áhugaverda grein í bløðunum um ótíðarhóskandi mátan, vit byggja eldrabústaðir uppá og nú í vikuni luftaði Hermann Oskarsson nakrar sera skilagóðar tankar um tað sama í ÚF.
Er tað ikki at undrast yvir, at tankarnir við viðkomandi fakligum reflektiónum skulu koma frá fólki, sum ikki varða av økinum og ikki kunnu væntast at hava fakligt innlit, meðni tey, sum varða av økinum og eiga at hava fakligt innlit, bara tykjast at hugsa í ella í øllum førum einans planleggja í ótíðarhóskandi, traditionellum banum? Eg skilji tað so ikki ...
Hattin av fyri MBF og Lailu, at tit klára framhaldandi at vera konstruktiv í tykkara útmeldingum um støðuna.
Góðan handicapdag!