Eysturkommuna skrivar, at øll starvsfólk í Nánd, sum útinna heilsufakligar uppgávur so sum røkt, sjúkrarøkt, viðgerð, kanningar, venjingar, fyribyrging og heilsustimbran, hava skyldu til at skjalfesta hesar. Tað vil siga bæði løggild (autoriserað) starvsfólk so sum sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, fysio- og ergoterapeutar eins og ikki-løggild starvsfólk, ið starvast við tilvísing til løggild starvsfólk, so sum heilsuhjálparar og starvsfólk uttan heilsufakliga útbúgving.
Skjalfesting í borgarajournalina er týdningarmesta amboðið at tryggja samanhangin í røkt og viðgerð.
Somuleiðis er røtt skjalfesting neyðug í tvørfakliga samskiftinum millum ymsar fakbólkar, eindir og geirar, so røkt og viðgerð er trygg og dygdargóð gjøgnum alla borgara- ella sjúklingagongdina.
Dagurin var skipaður við undirvísing og bólkaarbeiði, og nýttu luttakararnir høvi at gera bólkaarbeiði uttandura í góðveðrinum.
Dátuverndari, Jens Christian Olsen, greiddi eisini frá týdninginum av dátutrygd.