Beint nú hava 20 fakfeløg sent út yvirlýsing, har tey lýsa starvsfólkunum á Dimmalætting sín stuðul.
Talan er bæði um fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum og á privata arbeiðsmarknaðnum.
Tey boða nú frá, at tey stuðla Grafiska Yrkisfelagnum, Miðlafelagnum og S&K Felagnum í stríðnum fyri limir teirra, ið hava starvast á Dimmalætting.
- Vit hava stóra virðing fyri tí arbeiði, starvsfólkið á Dimmalætting hevur avrikað fólki og fólkaræðinum at frama, siga feløgini.
Tey staðfesta, at tað er sjálvsagt at fólk hava ikki skyldu at møta til arbeiðis, tá ið hvørki løn ella eftirløn verður goldin.
- Grundleggjandi og sáttmálatryggjað rættindi skulu haldast og virðast. Starvsfólk eiga sjálvsagt at verða virðiliga viðfarin av sínum arbeiðsgevara.
- At lønarkrøv teirra skulu flytast til Trygdargrunnin, so ovasta leiðslan sleppur undan teimum, samstundis sum sama leiðsla ætlar at blaðið skal halda fram í øðrum hami, er burturvið.
- Dimma er ikki Dimma uttan hesi starvsfólk, ið við sínum fakliga førningi og samvitskufult hava lagt sína sál og arbeiðsorku í starvið, siga tey 20 fakfeløgini, sum eru:
Akademikarafelag Føroya,
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar,
Fysioterapeutfelag Føroya,
Føroya Arbeiðarafelag,
Føroya Fiskimannafelag,
Føroya Handverkarafelag,
Føroya Pedagogfelag,
Føroya Lærarafelag,
Føroya Tekniska Lærarafelag,
Havnar Arbeiðskvinnufelag,
Havnar Arbeiðsmannafelag,
Heilsuhjálparafelag Føroya,
Heilsurøktarafelagið,
Landsfelag Handverkaranna,
Leikarafelag Føroya,
Ljósmøðrafelag Føroya,
Maskinmeistarafelagið,
Musikklærarafelag Føroya,
Starvsfólkafelagið í Bank Nordik,
Starvsmannafelagið.